Lýsing
Lýsing
Stormurin Malik væntast í Danmark í vikuskiftinum. Helst mesti vindurin síðan 2017. | Mynd: Bo Amstrup (Ritzau ScanPix)

Stormurin Malik

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  28.01.2022 - 18:08 Tíðindi Veðrið

Lágtrýstið, sum fer at geva okkum storm í morgin (leygardagin), ferðast í landsynning og fer at raka Danmark seinnapartin í morgin.

Tað er serliga í Norður- og Vesturjyllandi, at tey vænta nógvan vind, upp í 25 til 28 m/s í miðalvindi. Eisini Norðurfyn, Norðursjælland og Bornholm fara at merkja stormin.

Stormurin hevur fingið navnið Malik. Seinast, tey góvu einum stormi navn í Danmark, var í mars mánað í 2020. Tann stormurin æt navnið Laura. Tey brúka stavraðið at geva nøvn, aðruhvørja ferð konufólkanavn og mannfólkanavn. 

Næsti stormurin í Danmark fær eitt konufólkanavn, ið byrjar við N. Enn veit eingin, nær tað verður.

Brúktu vit í Føroyum somu mannagongd og navngóvu hvønn storm, sum rakti Føroyar, so hevði tað neyvan verið 2 ár millum hvørja navngeving. Vit høvdu komið ígjøgnum stavraðið nakað væl skjótari.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin