Lýsing
Lýsing
Lýsing
Illveður í suðurstatum í dag. Ein stór savnan av høgum toruskýggjum (cumulunimbus - Cb) yvir stóran part av statunum. Í slíkum viðurskiftum taka lágtrýst seg upp, og tað er júst tað, sum fer at henda í kvøld. Tað lágtrýstið fer at ferðast ímóti Íslandi og fer at geva okkum nakað av vindi mándagin, týsdagin og mikudagin. | Mynd: EUMETSAT - umvegis windy.com

Vetur er....

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.02.2022 - 15:56 Tíðindi Veðrið

Vit eru á hávetri, og tað sæst væl á veðurkortum. Eitt lágtrýst leikar í í dag og í morgin – vindferðin er í miðal fyri alt landið beint undir stormi.

Tá ið tað er farið sín veg í annaðkvøld, er ein lítil glotti, til tað næsta kemur.

Seinnapartin leygardagin er aftur vindur upp ímóti stormi – t.e. um 20 m/s. Tað lágtrýstið fer at seta sín dám á veðrið líka til sunnukvøldið.

So er aftur ein glotti, meðan vit bíða eftir tí næsta lágtrýstinum. Ikki drúgt at bíða, bert nakrir fáir tímar.

Hetta lágtrýstið, tað triðja í hesari røðini, fer at leggja seg á leiðina ímillum Ísland og Grønland – og har fer tað at liggja í nakrar dagar og hugna sær, meðan mikli mátturin spakuliga fer úr tí. Tí er keðiligt veður við vindi upp ímóti stormi í miðalvindi stóran part av mánadegnum, allan týsdagin og eitt sindur av mikudegnum eisini.

Meira um hetta triðja lágtrýstið. Tað hevur enn ikki tikið seg upp, ekstisterar ikki enn.

Yvir Alabama, Georgia og Tennessee í suðurstatunum í USA er í dag illveður. Stór toruskýggj við toru og heglingi og nógvum vindi liggja yvir stóran part av hesum statunum. Í kvøld er spátt, at alt hetta illveðrið fer at mala um eina miðju, og so fer tað at ferðast í ein landnyrðing, meðan lufttrýstið í miðjuni fer at minka.

Lágtrýstið er til.

Á middegi í morgin – fríggjadag – er tað komið norður ímóti New York. Leygardagin á middegi er tað komið norður til markið til Canada. Eftir tað fer tað beina leið ímóti Íslandi.

Á middegi sunnudagin, meðan tað er statt við Flemish Cape, er trýstið í miðjuni væntandi 981 hPa, og bert eitt samdøgur seinni er trýstið komið niður í 927 hPa. Tá er tað komið norður ímillum Ísland og Grønland.

Trýstið fer við øðrum orðum at falla 981 hPa – 927 hPa = 54 hPa í 24 tímar!

Hetta er eitt ógvuliga stórt fall. Tá ið lufttrýstið fellur 24 hPa í 24 samanhangandi tímar, kalla veðurfrøðingar tað fyri eina atmosferiska bumbu. Talan er sostatt um eitt fall í lufttrýstinum, sum er meiri enn tvífalt tað.

Harafturat kemur, at 927 hPa er ikki mált í Føroyum nakrantíð.

Tíbetur fyri okkum sær hetta máttmikla lágtrýstið út til at halda seg nokkso langt burtur frá Føroyum, og veðrið fer hóast alt ikki at vera so ringt her hjá okkum. Sum skrivað omanfyri, um 20 m/s av vestri ella útsynningi mánadagin seinnapartin, allan týsdagin og ein part av mikudegnum við.

Meira um veðrið í vikuskiftinum seinni....

  

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar