Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kalt næstu 5 dagarnar. Kavin fjøllunum fer ongan veg fyrr enn næsta vikuskifti. | Mynd: Árni Jacobsen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  06.02.2022 - 18:18 Tíðindi Veðrið

Vetrarveðrið heldur fram – serliga fyrra partin av vikuni. Tað seinasta djúpa lágtrýstið í hesum umfari nærkast havleiðini ímillum Ísland og Grønland. Tað fer at leggja sín dám á veðrið í Føroyum líka til hósdagin.

Nakað av vindi í vikuni, men ikki so nógvur sum hevur verið seinastu vikurnar. Kuldin fer at liggja til fríggjadagin.

Veðrið í viku – dag fyri dag:

Mánadag: Um náttina lítil og eingin vindur, turt og skýggjað. Fyrrapartin veksandi vindur av landsynningi suðuri upp í 13 til 18 m/s, meðan eitt brúgvalag nærkast vestaneftir. Í brúgvalagnum er eitt bland við regni og kava, og tað rakar okkum um 10 tíðina.

Beint eftir middag er brúgvalagið farið framvið, og ættin støkkur vesturum til útsynning. Ælingar fara at vera restina av degnum og sama vindferð, 13 til 18 m/s.

Hitin í morgin fer at liggja beint oman fyri frostmarkið – tó eitt rend upp í 5-6 stig fyrstu løtina eftir at tað er slitið í.  

Týsdag: Útsynningur, 13 til 18 m/s. Seinnapartin veksandi upp í 15 til 20 m/s. Kavaælingur allan dagin.

Hitin týsdagin fer at liggja um 1 til 3 stig.

Mikudag: Útsynningur, 15 til 20 m/s. Seinnapartin veksandi upp í 18 til 23 m/s. Um kvøldið fer ættin upp í útnyrðing, og vindurin minkar niður í 10 til 15 m/s. Kavaælingur allan dagin.

Hitin mikudagin fer at liggja um 2 til 4 stig.

Hósdag: Útnyrðingur, vindferðin minkar úr 15 til 20 m/s um náttina og morgunin niður í 5 til 10 m/s um kvøldið. Kavaælingur allan dagin.

Hitin hósdagin fer at liggja um frostmarkið – 1 stig undir ella 1 stig omanfyri.

Fríggjadag: Útsynningur um náttina og fyrrapartin, um 5 m/s. Seinnapartin sunnan, og vindurin veksur upp í 10 til 15 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt allan dagin.

Hitin fríggjadagin fer atliggja um 5 til 7 stig.

Leygardag: Útsynningur, 8 til 13 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt, tó okkurt ælið við regni.

Hitin leygardagin fer atliggja um 5 til 7 stig.

Sunnudag: Sunnan, 10 til 15 m/s. Seinnapartin útsynningur. Skýggjað og regn allan dagin.

Hitin leygardagin fer at liggja um 4 til 6 stig.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund