Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ein Fimbulsvetur

SKRIVAÐ: Osmund Justinussen  |  09.02.2022 - 22:09 Lesarabrøv Veðrið Vinna

Nú fingu vit aftur ein fimbulsvetur. La Nina fall nógv niður í mai mánað í 2020 og fór heilt í botn nú í vetur. Hetta verður kallað ein dupult la Nina, og eru tá altíð fellisár við Føroyar, eins og tað er í vetur.

 


Nógvur stormur, regn og gráveður og vátakavi á vesturættunum.

Mest sum eingin fiskur er at fáa. Toskur er næstan ikki til, ja, tað fæst ikki til knettir, men bert nakað av smáhýsu er at fáa.

Til alla lukku er tó prísurin á hýsu góður í vetur á bretska og skotska marknaðinum, annars var eingin útróður.

Nú ein hevur fylgt hesum báðum veðurfyribrigdunum el Nino og la Nina í meira enn 40 ár, hvussu tey stýra veðurlagnum í øllum heiminum, hevur tað verið sera hugtakandi og lærandi og ikki minst nú í vetur.

- Stormarnir, sum nú eru, kløkka meg tí als ikki. Hetta sást longu í novembur í fjør.

Eg má siga, at tað undrar meg stórliga, at klima-spámenn og serliga fiskifrøðin ikki taka hetta í størsta álvara, so teir kundu betra um teirra framtíðar metingar av stovnunum á landgrunninum og fiskiskapinum á Føroya Banka.

Sum nú er fara teir skeivir á hvørjum ári.

Líkamikið hvussu nógvar fiskivinnustevnur verða hildnar, so batar tað einki um ein ikki tekur so grundleggjandi eygleiðingar við í sínum tilráðingum.

 

So máttmikil er la Nina í løtuni yvir Stillahavið:

 

Hendan la Nina, sum nú er í hæddin, er ein tann máttmiklasta seinastu hundrað  árini, ja ein skal kanska heilt aftur til 1600 talið, at finna nakað líknand, og ger hon almikið um seg eisini á hesum sinni av skaða á sunnaru hálvu. Mosambikk og Madagaskar og New Zealand eisini.

Um sama mundi er ovurhonds kalt í norður Asia, ja, Sibiria beinfrystir og Russararnir vóru noyddir, longu í novembur, at seta størstu ísbrótararnar í sving, tí heili 18 stór fragt- og oljuskip lógu innifryst í Arctic norðan fyri Sibiria.  Eisini hevur verið, og er enn sera kalt yvir Norðurkanada.  Tó er hetta einki óvanlig, tá la Nina skikkar sær á hendan hátt.

 

Bingjuskip liggur innfryst norðanfyri Sibiria:

 

Tað hevur ikki regnað so illa í Avstralia tey seinastu 100 árini, sum tað hevur gjørt seinasta árið.  Fyri 5 árum síðani brendu stór økir av Avstralia,  meðan el Nino var í Hæddini.  Tá var nógv at hoyra um klimabroytingar.  Nú ið eldarnir eru broyttir til stormar og vatnflóðir, er einki at hoyra um klimabroytingar! løgi!?. Er tað vorðið kaldari ?

 

Soleiðis sær Atlantshavið út í dag vegna la Nina, sum kølir mesta av Stillahavinum niður:

 

Nú er ikki at missa mótið, alt hetta hevur hent áður. Men nú hækkar sólin á Himni, og dagarnar leingjast.-

 

Við vetrar heilsan

Osmund Justinussen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni