Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mugu brúka grótið skilabetri

SKRIVAÐ: Gunnhild Dahl Niclasen  |  10.02.2022 - 10:24 Lesarabrøv Politikkur

Seinastu vetrarnar hava vit javnan hoyrt um skaðar, sum eru komnir av millum annað ógvusligum brimi, sum hevur verið. Partar av lendingum eru horvnar, tað máar burtur undan bakkum og annað. Kommunur royna í hvør sínum lagi at gera aftur, og at gera bakkaverjur fyri at verja tað, sum hevur tørv á verju, fyri ikki at fara á sjógv, tá næsta illveðrið herjar. 

 

Men stórur mangul er á stórum gróti til hetta – og eisini er tað sera kostnaðarmikið. Nógvar kommunur megna ikki hesa tungu uppgávuna. Eisini er styttri millum kostnaðarmiklu skaðarnar, sum standast av illveðri.

Samstundis eru fleiri kommunur, sum áhaldandi byggja síni havnaløg út – og til hetta krevst nógv grót, og eisini nógv stórt grót. Alt hetta til at kunna økja um sítt virksemi, innflyta meira, útflyta meira, meira laks út í firðirnar og innaftur. Hetta merkir, at størri forbrúk = størri útlát. Størri útlát = meira veðurlagsbroytingar.

Við øllum okkara útbyggingum er grót ein mangulvøra í Føroyum í løtuni. Vit sprongja stór hol í fjøllini fyri at fáa fatur á grótinum, tí ikki er nóg mikið við tí, sum kemur úr tunlunum, sum eisini verða gjørdir. Mangulin er so stórur, at fyritøkur og kommunur kanna enntá møguleikan at flyta inn grót úr Noregi.

Nei, lat okkum heldur hugsa eitt sindur meira rationelt og longri fram í tíðina, enn um okkara egna vakstrartørv beint nú.

Landsstýrismaðurin í umhvørismálum segði við úf í gjár í sambandi við ógvusliga veðrið, at vit mugu gera átøk at minka um útlátið.

Hví ikki brúka nakað av hesum stóra gróti skilabetri? Lat okkum heldur í felag brúka tað til at fyribyrgja ávirkanina av veðurlagsbroytingum, heldur enn at økja um veðurlagsbroytingar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skúla­veitsla árgangur 1954 Klaksvíkar Sk…
Húsini í Lávíkum verða nú tikin niður
JJ Paulo spælir á G!
Tað var ein knívur, sum varð funnin
Ikki neyðugt at hava lands­umfat­andi stre…
Altjóða oyggjaleika­nevndin, IIGA, vitjar…
Børsen i ljósum loga
Barna­svimjingin liðug
Høgni Hoydal fund við forsetan í altjóða…
Føroya Ráfiskakeypara­felag: Fiskavirkiss…
Nevndin í Føroya Ráfiskakeypara­felag hel…
Nýggi fíggjarleiða­rin byrjaður
Norðstrok skipar fyri hugnakvøldið í Ful…
Má metast sum ágangur móti heilsustarvsf…
Samanhangur millum harðskapsmálið leygar…
Hvat er hetta?
Norðlýsið á gøtuni
Ikki havt so nógv tap síðani 2015
Drama í Klaksvík
Norðlýsið føðingardag