Lýsing
Lýsing

Heilsan til okkum, sum eru góð við Fólakaflokkin!

SKRIVAÐ: Kjartan Joensen  |  18.02.2022 - 05:55 Lesarabrøv Politikkur

Tað kemst ikki uttanum, at vit í Fólkaflokkinum føla okkum at hava haft eina vánaliga vetrarhálvu. Alt byrjaði so væl aftaná seinasta løgtingsval, men nú hava sjógvarnir brotið.

Jørgen, hesaferð var tað tú. Tað kundi eins væl verið eg, tað kundi eisini verið fleiri túsund aðrir føroyingar. Longri er tann søgan ikki,


Flokkurin hevur við tær, Jørgen, mist ein sera dugnaligan og arbeiðssaman landstýrismann í fíggjarmálum. Tað, at vera
landsstýrismaður í einum so krevjandi sessi sum fíggjarmál eru, er ikki bara, bara. Umframt hetta, so hevur tú eisini verið okkara floksformaður líka síðani Anfinnsa dagar.


Tað skal finnast ein góður maður at setast í Jørgensa tóma stól. Ivaleyst eru nógvir tankar ígongd bæði hjá okkum meinigu fólkafloksmonnum og ikki minst hjá tíðindafólki. Álvaratos, mítt besta boð er Bjarni Djurholm. Hann hevur drúgvar royndir sum politikari. Hann hevur verið landstýrismaður fyrr, hevur umsitið bæði vinnu- og fíggjarmál og verði varaløgmaður.


Komandi mánadagur kann geva okkum eina nýggja byrjan. Gævi at mítt uppskot verður gingið okkum, sum eru góð við fólkaflokkin, á møti.


Fólkaflokkurin má fóta sær aftur. Tað varð gjørt eitt stórt mistak undan jólum. Øll vistu at trekkið, sum táverandi landstýrisfólk gjørdu var púra burturvið. Vit kunnu ikki siga, hvussu grannin ynskir at skipa síni viðurskifti . . . . heldur ikki hvussu tey samkyndu skipa seg.


Tað er rætt og rímiligt at Jørgen, aftan á so nógv ár sum leiðari floksins, takkar fyri seg. Bert harmuligt at tað skuldi enda soleiðis. Um fáa vikur verður ladsfundur floksins, og í mínum høvdi er tann nýggi formaðurin sjálvskrivaður. Silvitnislogn eftir ódnarstorm fylgir. Tað er so vist, sum tað er sagt. Ransakan og nýhugsan eru neyðug. Nú hyggja vit frameftir.

 

Vinaligast við bestu fólkaflokskvøðu,


Kjartan Joensen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…