Lýsing
Lýsing
Lýsing
Umleypandi veður í vikuni. 3 ella 4 lágtrýst fara at seta sín dám á veðrið. Onkra løtu nógvur vindur - serliga í vikuskiftinum. | Mynd: Hans Jacob á Líknargøtu

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.02.2022 - 11:09 Tíðindi Veðrið

Hesa vikuna, meðan torradagar eru í Klaksvík við drúgvari og fjølbroyttari skrá, fer at vera umleypandi veður.

Stóran part av vikuni fara lágtrýst at leggja seg á leiðirnar við Ísland. Tey fara at draga til sín kalda luft úr Norðurcanada og senda hana víðari ímóti okkum. Tí skulu vit vænta kavaælingar stóran part av vikuni.

Eitt sindur av vindi næstan alla tíðina, tó okkurt lítið glopp í millum lágtrýstini. Í vikuskiftinum kunnu vit vænta storm av landsynningi.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Fram til middags og út á seinnapartin landnyrðingur norðan, vindurin minkandi úr 13 til 18 m/s um náttina niður í 2 til 7 m/s seint seinnapartin. Um kvøldið fer hann at mala úr ymsum ættum. Ælaveður við kava fyrrapartin; seinnapartin yvirhøvur turt.

Hitin mánadagin fer at liggja um 2 til 4 stig.

Týsdag: Um náttina og morgunin landsynningur sunnan, 18 til 23 m/s og nógv avfall við regni og kava. Út á fyrrapartin slítur í, ættin støkkur vesturum til útsynning vestan, og vindurin minkar niður í 18 til 23 m/s. Ælaveður við kava restina av degnum.  

Hitin týsdagin fer at liggja um 2 til 4 stig.

Mikudag: Um náttina 13 til 18 m/s av útsynningi suðuri, sum út á fyrrapartin gongur upp í útsynning, og vindurin veksur upp í 18 til 23 m/s. Út á seinnapartin fer vindurin at minka; um kvøldið eru 7 til 12 m/s. Allan dagin kavaælingar.

Hitin mikudagin fer at liggja um 1 til 4 stig.

Hósdag: Fyrrapartin útsynningur, 7 til 12 m/s. Seinnapartin fer hann at mala úr ymsum ættum, men út á kvøldið veksur hann vindin av landnyrðingi og norði, 13 til 18 m/s. Kavaæl allan fríggjadagin.  

Hitin hósdagin fer at liggja um 2 til 4 stig.

Fríggjadag: Fyrrapartin norðan, 7 til 12 m/s, seinnapartin sunnan, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur turt um dagin, løtur við regni um kvøldið.   

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 1 til 4 stig.

Leygardag: Nógvur vindur av suðuri allan dagin. Um morgunin veksandi upp í 18 til 23 m/s, seinnapartin 20 til 25 m/s. Regn so at siga allan dagin.    

Hitin leygardagin fer at liggja um 5 til 8 stig.

Sunnudag: Minkandi um náttina niður í 13 til 18 m/s, av útsynningi, men seinnaparetin veksandi aftur upp í storm av landsynningi, 23 til 28 m/s. Nógv avfall allan dagin – vátakavi um morgunin, regn seinnapartin og um kvøldið.   

Hitin sunnudagin fer at liggja um 3 til 7 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB