Lýsing
Lýsing
Lýsing
Eitt sindur av vindi í morgin. Vindferðin byrjar at veksa í kvøld og í nátt. Allan morgindagin um 18 til 23 m/s av útsynningi. Fyri tað mesta turt, og hitin fer at liggja um 6 til 8 stig. | Mynd: in.fo

Nakað av vindi í morgin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  27.02.2022 - 12:27 Tíðindi Veðrið

Eitt lágtrýst við nógum vindi fer norðurvið vestan fyri Føroyar í morgin. Í morgun er tað statt einar 500 fjórðingar í útsynning úr Føroyum. Trýstið í miðjuni er 950 hPa.

Vit merkja als einki til tað fyrr enn í kvøld. Tá fer ættin úr suðuri í landsynning, og vindurin fer at veksa. Á midnátt er landsynningur sunnan, og vindferðin um 13 til 18 m/s. Tá regnar tað eisini.

Í nátt fer vindurin at veksa spakuliga, meðan ættin fer niður í sunnan. Í morgin ári klokkan 8 eru 15 til 20 m/s og yvirhøvur turt. Á middegi eru 18 til 23 m/s, og soleiðis er allan seinnapartin eisini. Fram ímóti nátturða fer at regna eina løtu.

Í annaðkvøld eru 18 til 23 m/s og ælaveður.

Alt íalt er miðalvindferðin í Føroyum stóran part av morgindegnum upp ímóti stormi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund