Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nakað av vindi fyrra part av vikuni. Frá mikudegnum minni vindur. Fyri tað mesta lýtt. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið hesa vikuna

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  28.02.2022 - 08:48 Tíðindi Veðrið

Nakað av vindi av suðuri upp í vestan í dag og í morgin. Mikunáttina kemur ein hátrýstryggur, tá er vanliga gott veður, men mikukvøldið er hann trýstur vekk frá okkum, og so fer vindurin aftur at veksa. Frá mikukvøldinum ella hósnáttini fer ættin at liggja av suðuri ella beint við sunnan – undantikið onkra løtu, tá ið hann fer at mala úr ymsum ættum.

Lágtrýstini ganga ein leið frá vesturstrondini í USA ímóti Íslandi og so víðari norðureftir. Eitt lítið sindur ov norðalaga til at vit fáa nevnivert av kava.

Veðrið hesa vikuna – dag fyri dag:

Í dag: útsynningur sunnan 18 til 23 m/s, í kvøld útsynningur 15 til 20 m/s. Skiftandi skýloft, serliga fyrrapartin. Seinnapartin skýggjað. Yvirhøvur turt, tó okkurt kavaælið í kvøld.

Hitin í dag liggur um 6 til 8 stig.

Týsdagin: vestan, vindurin minkar úr 15 til 20 m/s um náttina niður í 2 til 7 m/s um kvøldið. Skiftandi skýloft, yvirhøvur turt, tó okkurt kavaæl onkra løtu.  

Hitin í morgin fer at liggja um 4 til 6 stig.

Mikudagin: landsyningur sunnan og sunnan, 7 til 12 m/s – seint um kvøldið tó 10 til 15 m/s. Skýggjað og fyri tað allarmesta turt.  

Hitin mikudagin fer at liggja um 6 til 7 stig.

Hósdagin: sunnan, 7 til 12 m/s. Skýggjað og regn næstan allan dagin.   

Hitin hósdagin fer at liggja um 4 til 6 stig.

Fríggjadagin: útsynningur, 3 til 8 m/s, sum út á fyrrapartin gongur upp í vestan og veksur upp í 5 til 10 m/s. Skýggjað og fyri tað mesta turt, tó ælingar við regni viðhvørt.  

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 4 til 6 stig.

Leygardagin: vestan, um náttina veksandi upp í 10 til 15 m/s. Um kvøldið útsynningur, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft, tó ælingar við regni í støðum.   

Hitin leygardagin fer at liggja um 5 til 7 stig.

Sunnudagin: útsynningur sunnan, veksandi úr 10 til 15 m/s upp í 13 til 18 seinnapartin. Skýggjað ella skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.   

Hitin sunnudagin fer at liggja um 6 til 8 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…