Lýsing
Lýsing
Lýsing
Soleiðis fer luftin at síggja út ein part av hesari vikuni, sól ella sólglottar. Men tó ikki alla vikuna. Brúgvaløg við regni kunnu væntast eisini, og onkra løtu kavi ella heglingur. | Mynd: Guðrun Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  14.03.2022 - 09:35 Tíðindi Veðrið

Næstan alla hesa vikuna er tað eitt og sama lágtrýst, sum fer at mynda veðrið. Tað er sunnan fyri Kappan í morgun, men tað fer at leggja seg eystur um Suðurgrønland seinnapartin í dag.

Hetta er langt burtur frá okkum, tað tað saktans ávirka veðrið um okkara leiðir fyri tað.

Føroyar liggja eystan fyri hetta lágtrýstið, og har eru ættirnar vanliga ímillum landsynning og útsynning. Í hesum føri sunnan ella útsynningur hjá okkum.

Lágtrýstið fer at draga kalda luft úr Norðurkanada til sín og senda tað víðari ímóti okkum. Tí er onkra løtuni í vikuni kavaavfall.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: í dag er suðurætt, vindferðin liggur um 5 m/s. í Kvøld veksur vindurin upp í  10 til 15 m/s. Turt,skýggjað við sólglottum í dag.

Hitin liggur um 6 til 9 stig.  

Týsdag: Útsynningur sunnan, 8 til 13 m/s. Í nátt kemur eitt brúgvalag við nógvum regni yvir Føroyar, og tað fer at regna restina av náttini og næstan allan morgunin – slítur ikki í fyrrenn seint fyrrapartin ella á middegi. Eftir tað hevur slitið í, er útsynningur og ælaveður.

Hitin týsdagin fer at liggja ímillum 6 til 8 stig.  

Mikudag: Útsynningur, 7 til 12 m/s. Um kvøldið sunnan, sama vindferð. Yvirhøvur turt – tó ælingar við regni og/ella kava, skýggjað við sólglottum.

Hitin mikudagin fer at liggja ímillum 5 til 7 stig.

Hósdag: Útsynningur, 10 til 15 m/s. Allan dagin ælaveður við regni og/ella kava – tó yvirhøvur turt, skýggjað við sólglottum.

Hitin hósdagin fer at liggja ímillum 5 til 7 stig.

Fríggjadag: Suðurætt, 15 til 20 m/s, seinni útsynningur, 18 til 23 m/s. Skýggjað og regn um náttina og út á morgunin. Seinnapartin turt.

Hitin fríggjadagin fer at liggja ímillum 7 til 9 stig.

Leygardag: Minkandi vindur av útsynningi um náttina og fyrrapartin. 10 til 15 m/s fyrrapartin, men seinnapartin 7 til 12 m/s. Yvirhøvur turt allan dagin, tó eitt sindur skýggjað við sólglottum. Um kvøldið dregur samanum, og tað verður okkurt ælið.

Hitin leygardagin fer at liggja ímillum 6 til 8 stig.

Sunnudag: Suðurætt, 10 til 15 m/s allan dagin. Yvirhøvur turt allan dagin og skýggjað.

Hitin sunnudagin fer at liggja ímillum 5 til 7 stig.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda