Lýsing
Lýsing

Eldraøkið skal byggjast upp, ikki lagast niður

SKRIVAÐ: Mona Maria úr Fugloy  |  17.03.2022 - 18:15 Lesarabrøv Politikkur

Eldraøkið er á breddanum, og eingin ivast í, at trupulleikarnir við starvsfólkatroti eru stórir. Sum virkandi leiðari við 11 ára leiðsluroyndum frá m.a. eldraøkinum í Danmark, so undrar tað meg, at tað er so torskilt at síggja, hvat ið skal til fyri at rekruttera starvsfólk til økið og til at lyfta fakligheitina og harvið kvalitetin og effektivitetin.

“Vælferð í vanda” 9. marts og “Støðan á eldraøkinum” 15. marts eru 2 tiltøk, eg luttók í, sum settu fokus á trupulleikarnar: komandi 10 árini veksur talið av føroyingum yvir 80 ár við 46%, frá 2.400 til 3.500. Yngru ættarliðini eru smá = færri starvsfólk til fleiri brúkarar. Miðalaldurin á heilsustarvsfólkunum er høgur, 50 ár fyri t.d. heilsuhjálparar.

Á ráðstevnuni kom framm, at ítøkiligar ætlanir eru um at broyta núverandi heilsuhjálparaútbúgving uppá 15 mðr. til eina útbúgving uppá 17 vikur við ástøði, uttan praktikk, fyri ófaklærd, sum arbeiða á økinum. Hetta er váttað av leiðaranum á Heilsuskúlanum í einari viðmerking til ráðstevnuna í miðlunum. Tað sigst, at næmingarnir skulu fáa løn hesar 17 vikurnar, at tey fáa prógv sum heilsuhjálparir og somu løn sum tey, sum hava útbúgvingina uppá 15 mðr. eftir lokna útbúgving. Eg vænti, at hetta fer at skapa trupulleikar og ónøgd hjá teimum við tí longru útbúgvingini.

Eg havi royndir sum leiðari við ábyrgd fyri útbúgving innan eldraøkið undir líknandi verkætlanum í Danmark, og tað var ikki nøkur “succes” fyri fakligheitina ella kvalitetin. Ein slík útbúgving skapar fleiri trupulleikar, sum ikki síggjast, fyrrenn tað er ov seint at gera nakað við teir, og sum leiðarir og starvsfólk koma at brúka tíð (sum tey ikki hava) uppá at loysa. Vandi er eisini fyri, at sjúkrarøktarfrøðingar velja eldraøkið frá, bæði sum starvsfólk og leiðarir av tí, at fakligheitin verður ov lág.

Á okkara arbeiðsplássi hava vit 6 ung, røsk ófaklærd starvsfólk, og eg eri errin av siga, at 3 av teimum hava valt røktarøkið til sum lívsstarvs- og karrieruleið og fara at lesa til sjúkarøktarfrøðing. Í dag nevndi eg ætlaðu broytingina av heilsuhjálparaútbúgvingini fyri starvsfólkunum, sum vóru til arbeiðis. Bæði fak- og ófaklærd hugdu vantrúgvin uppá meg og søgdu: “Tað meinar tú ikki, tað má ikki henda!”

Eg eri samd. Latið okkum standa saman og gera loysnir, sum steðga skrúvuni uttan enda, har eldraøkið er royndarklútur fyri lappaloysnum, sum skapa frustratión og ónøgd, og sum í síðsta enda ikki handla um at økja kvalitet, fakligheit og effektivitet. Lat okkum skapa arbeiðspláss og skúlar, sum eggja ófaklærdum at fara undir veruligar útbúgvingar, sum framtíð er í, sum tey kunnu velja sum lívsstarvs- og karrieruleið.

Tað varð sagt á ráðstevnuni: “Tit fáa ikki kvalitet fyri discountprís”. So einfalt kann tað sigast. Um veruligur vilji er til at lyfta eldraøkið, so skulu langsiktaðar íløgur gerast, sum favna økið frá fleiri vinklum.

Hægri løn til røktarstarvsfólk, so tey kunnu liva av inntøkuni, løn undir (verandi) útbúgving, hetta er gjørligt í privatu vinnuni, har t.d. vaksnir handverkaralærlingar kunnu fáa vanliga løn í lærutíðini, hetta – saman við einum vilja til at nýhugsa Heilsuskúlan, t.d. við “campus”/deild norðanfjørðs, sum Heilsuskúlin í Hovi “eigur” (uppskot frá borgarstjóranum í Vága kommunu) – fer at gera heilsuútbúgvingarnar nógv meira “attraktivar” og lættari atkomiligar, vælferðartøkni til at lætta um tær tungu uppgávurnar osfr. Møguleikarnir eru nógvir, og betri er at finna røttu loysnina enn løttu loysnina.

NB. Henda grein setur einans orð á míni persónligu sjónarmið um evnið og ikki sum umboð fyri mítt arbeiðspláss

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin