Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya bileigarafelag skal skifta navn

SKRIVAÐ: Anskar Hansen  |  17.03.2022 - 20:41 Lesarabrøv Politikkur

Aftursvar uppá grein frá Føroya bileigarafelag.

Tit umboða ikki hugsjónum hjá bileigarum uttanfyri Havnina tískil er tað misbrúk at kalla seg Føroya bileigarafelag.

Tískil er mín áheitan á landsins myndugleikar at hyggja burtur frá hvat hesin lokali felagsskapurin framførir.

“Sig eina lygn nóg oftani og øll trúgva hon er sannleikin” ella sig ein tápuligan pástand nóg oftani og fólk halda tað vera tað skilabesta.

At framhaldandi vilja hava avgjald á ferðsluna í undirsjóvartunlinum  til Norðoyggjar og til Vágarnar, er onki annað enn ein útjaðaraskattur sum verur álagdur okkum sum ikki búgva í Havn.

Vit hava, framum øll onnur her á landið, goldið okkara vegakervið og er tískil einasta rættvísa at okkara 6 km langa vegakervið verur viðlíkahildi av felags kassanum.

At koma út og mótmæla at allir bileigarar skulu vera líka fyri lógini og kalla seg umboða Føroysku bileigarar tað kann barasta ikki góðtakast.

Og so koma við tílíkum tápuligum pástandum at um tunnilsgjaldið verur avtikið so fella tunlarnir í órøkt, eg má spyrja; Hví skulu undirsjóvartunlarnir pilkast burturúr og ikki fá sín part av avgjøldunum sum longu eru?

Tak eitt nú Norðoyggjar, tað er ongin í Føroyum sum brúkar so nógv brennevnið (harvið avgjøld til viðlíkahald) til flutning sum norðoyingar, har búgva um 6000 fólk, alt, ja bókstavliga alt frá mati, reiðskap byggitilfar vit brúka, skal flytast við bili úr Havnini. Ja, eg kann ikki keypa mær ein døgurðabita uttan hann hevur veri við til at goldið avgjøld til viðlíkahald.

Tað kann ikki avreiðast ein stertur, uttan útreiðslur til avgjøld til viðlíkahald er trekt av áðrenn fiskimaðurin fær sínar pengar. Tað sama er í Vágunum.

Stutt sagt: tað er ongin í Føroyum sum betalir so nógv brennievni og harvið avgjøld til viðlíkahald sum vit í Norðoyggjum og í Vágunum. Ja vit gjalda nokk av avgjaldi til viðlíkahald av øllum tunlum  í Føroyum og helst til brúnna um Streymin eisini.

Tíanverri eru tit í bileigarafelagnum (so avgjørt ikki Føroya..)  ikki tey einastu sum halda uppá slíkan tápuligan pástand, tað gera so sanniliga eisini allir einoygdu breyðpolittikarnir í Havnini sum siga at besta loysnin uppá samhaldfasta gjalding av viðlíkahaldi er at avgjøld verur lagt á øll sum koyra norðanfyri Tórshavn.

Anskar Hansen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…