Lýsing
Lýsing
Mynd: Stjørnan

Spenningur og dramtikkur endaði við bronsu til Stjørnuna

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  31.03.2022 - 11:25 Ítrottur Mentan Myndarøð Veðrið

Tað var spenningur og undirhald fyri allar pengarnar, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og Kyndil í gjárkvøldi leiktu  bronsudyst í á Høllini á Hálsi. Brotskastkapping mátti til, áðrenn vinnarin varð funning.                                   

Lagt var upp til ein javnan dyst, og tað gjørdist tað sanniliga eisini. Liðini fylgust í gjøgnum alla dystin, og skiftust um at hava leiðsluna. Hálvleiksstøðan var javnleikur 20-20.                                                                   

Javna gongdin helt fram helt fram stórt sæð allan seinna hálvleik, men í móti endanum av dystinum hevði Stjørnan vunnið sær eina leiðslu uppá trý mál, men tað eyðnaðist Kyndil í allar seinasta sekundinum at javna til 33-33. Síðani varð leikt tvær ferðir 5 minuttir. Tá hesir 10 minuttirnir vóru leikt, var framvegis javnleikur 36-36. Tí mátti dysturin avgerast við brotskostum, og skuldi liðini skjóta heili átta brotskost í part, áðrenn vinnarnir var funnin. Avgerin fall, tá Rina í Stjørnumálinum bjargaði seinasta skotinum frá kyndlaleikara.                Frøðin var stór á stjørnuleikarunum eftir dystin. Tær hava alt kappingarárið verið partur av oddastríðum, men blivu akkurát ov stuttar til koma í bæði steypa- og FM-finalurnar. At tær nú endað kappingarárið við at vinna bronsuna er fult uppiborið. Tillukku við bronsuheiðursmerkjunum.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Julia Nalviko 11, Durita C. Jojic 10, Tóra Eliasen 5, Jancy Jacobsen 4, Malene Madsen 4, Sonja S. á Bergi 3, Oddvør Josephsen 2, Ella Samson, Katrin Bertholsen, Joan Sørensen og Durita Ljósstein hvør sítt mál.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald