Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgætt alla vikuna, sum kemur. Vindferðin fer ikki upp um 15 m/s, men tað fer at vera eitt sindur kalt. Ælingar við kava kunnu væntast so at siga hvønn dag. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.04.2022 - 19:10 Tíðindi Veðrið

Ikki nógvur vindur í vikuni, sum stendur fyri framman. Luftrákið fer fyri tað mesta at vera norðaneftir, hitalagið fer at liggja beint oman fyri frostmarkið í dagtímunum; eitt sindur undir frostmarkinum onkra náttina.

Vindurin fer ikki upp um 15 m/s næstu 7 dagarnar, soleiðis sum viðurskiftini í lufthavinum eru á middegi í dag.

Tað er eitt lágtrýst yvir skandinavisku hálvoynni og Finnlandi, sum fær luftin at mala soleiðis, at vit fara at hava høgætt í 7 dagar á rað. Næsta vikuskifti sær tað út til at hvørva, og so fara vit í Føroyum at fáa lýggjari veður sunnaneftir.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Norðurætt, ella beint eystan fyri norðan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og kavaæl allan dagin.

Hitin mánadagin fer at liggja um 1 til 3 stig.

Týsdag: Norðurætt, ella beint vestan fyri norðan, 5 til 10 m/s. Um kvøldið av ymsum ættum og minni vindur. Sum dagin fyri so verður skýggjað og kavaæl allan dagin.

Hitin týsdagin fer at liggja um 1 til 3 stig.

Mikudag: Eysturætt um náttina, sum fer upp í ímóti norði um kvøldið, 10 til 15 m/s. Skýggjað allan dagin, kavaæl um náttina, men út á fyrrapartin turt.

Hitin mikudagin fer at liggja um 2 til 4 stig.

Hósdag: Norðan, 10 til 15 m/s. Út á seinnapartin mini vindur. Skýggjað og kavaælingar allan dagin.

Hitin hósdagin fer at liggja um 1 til 3 stig.

Fríggjadag: Norðan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og kavaæl um náttina og fyrrapartin.

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 1 til 4 stig.

Leygardag: Norðurætt, ella beint vestan fyri norðan, 7 til 12 m/s. Skýggjað og kavaæl, men seinnapartin turt.

Hitin leygardagin fer at liggja um 2 til 4 stig.

Sunnudag: Norðurætt, ella beint eystan fyri norðan, 5 til 10 m/s. Skýggjað og kavaæl allan dagin.

Hitin sunnudagin fer at liggja um 1-2 fyrrapartin, men fer upp í 3 til 5 stig út á dagin.

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda