Lýsing
Lýsing
Kølið rák hetta vikuskiftið afturat. Í næstu viku verður lýggjari. Ikki nógvur vindur í vikuskiftinum, um 10 m/s; minni vindur sunnudagin. Einki brúgvalag við avfalli er í væntu - tó kunnu kavaælingar vera kring landið. Hitin fer at liggja 1-3 stig oman fyri frostmarkið. | Mynd: Jógvan Horn

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  08.04.2022 - 16:44 Tíðindi Veðrið

Tað síðsta av kuldanum á hesum sinni er hetta vikuskiftið. Kalda rákið av luft fer at steðga sunnukvøldið ella mánanáttina.

Seinastu vikuna hava lagtrýst ligið yvir Noregi, Svøríki ella Finnlandi, og tey hava drigið til sín kalda luft frá Norðpólinum. Nú fara tey at vikna og/ella flyta seg eystureftir, og ístaðin fara lágtrýstini at plaserað seg í norðara partin av Atlantshavinum og draga lýggjari luft til sín frá Suðurevropa.

Hitin um okkara leiðir fer í næstu viku frá beint oman fyri frostmarkið upp um 5-6 stig. Vikuskiftið hetta verður tað síðsta í hesum umfarinum.

Ættin alt vikuskiftið fer at liggja av norði ella eitt sindur vestan fyri norðan – tað sum vit kalla vesturhallur norðan. Ikki bert sama ætt, men eisini sama vindferð í dag og morgin, um 10 m/s. Sunnudagin fer vindurin at minka, men – sum skrivað er omanfyri – av somu ætt.

Einki brúgvalag við avfalli er áveg til okkara í vikuskiftinum, men tó kunnu æl við kava væntast í støðum, har sum ættin er til tað. 

Hitin alt vikuskiftið fer at liggja um 2-3 stig um dagin; 1 ella 2 stig lægri um náttina.

Gott vikuskifti.   

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…