Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nú er liðugt við høgættini - á hesum sinni ið hvussu so er. Næstu 7 dagarnar fer ættin at vera ímillum landsynning og útsynning. Vindferðin er ikki upp um 15 m/s, og hitalagið fer úr 1-2 oman fyri frostarkið upp í 7-8 stig. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  11.04.2022 - 07:25 Tíðindi Veðrið

Nú er broyting í veðrinum. Kuldin er við at sleppa okkum á hesum sinni, og ístaðin fáa vit lýggjari luft til okkara úr Evropa. Hitalagið fer at hækka úr 1 stigi í morgun upp í 9 stig miðskeiðis í vikuni.

Ættin fyrra partin av vikuni fer at vera landsynningur; eftir tað útsynningur sunnan ella sunnan.

Ikki nógvur vindur í vikuni, sum stendur fyri framman. Týsdagin og hósdagin vera løtur við vindferð upp ímóti 15 m/s. Vindferðin fer fyri tað mesta at liggja um 8 til 13 m/s.

Fleiri dagar fara at vera turrir - heilt ella partvíst. Tveir dagar við nógvum avfalli, týdagin og hósdagin.

Veðrið í dymbildagavikuni (páskavikuni) - dag fyri dag:

Mánadag: Landsynningur, 8 til 13 m/s, turt og skýggjað við sólglottum. Hitin fer at hækka úr 1 stigi upp í 5 stig.

Týsdag: Landsynningur, 10 til 15 m/s. Skýggja og regn - ikki so nógv á morgni, men meiri út á fyrrapartin og restina av degnum. Hitin fer at liggja um tey 5 stigini.

Mikudag: Landsynningur, um kvøldið landsynningur sunnan, 10 til 15 m/s um náttina, men minkandi út á morgunin niður í 5 til 10 m/s. Ælaveður um náttina, men tað slítur í á morgni, tó kunnu ælingar væntast allan dagin. Hitin fer at liggja um 5-6 stig.

Skírishósdag: Landsynningur sunnan, 8 til 13 m/s, um kvøldið eitt sindur meiri vindur, 10 til 15 m/s. Skýggjað og turt um náttina, men tað fer at regna fram ímóti morgni, og tað regnar allan dagin. Hitin fer at liggja úr 6 upp í 8 stig.  

Langafríggjadag: Útsynningur sunnan, 5 til 10 m/s. Turt allan dagin, skýggjað við sólglottum. Hitin fer at liggja um 8 stig. 

Leygardag - páskaaftan: Útsynningur sunnan og sunnan, 5 til 10 m/s. Turt og klárt veður. Hitin fer at liggja um 7 til 9 stig. 

Páskadag: Útsynningur sunnan og sunnan, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur turt, skýggjað við sólglottum. Okkurt regnælið. Hitin fer at liggja um 8 til 9 stig.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár