Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fremsti politiski debattørur

SKRIVAÐ: Karin Kjølbro  |  12.04.2022 - 11:58 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Vilhelm Johannesen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, er farin, 79-ára gamal.

 

Vilhelm var klaksvíkingur, sonur Estrid og Bethuel Johannesen. Í kallegg klaksvíkingur í fleiri ættarlið.

Politiska leiðin byrjaði við at sita í Klaksvíkar Býráði 1975-84, og síðani var hann formaður í Føroya Kommunufelag 1977-79. Áðrenn hevði hann fleiri álitisstørv eitt nú í Vanlukkutryggingarráðnum og í nevndini fyri Sjúkrahúsið í Klaksvík. Eisini var hann blaðstjóri á málgagni Javnaðarfloksins, Sosialinum, 1972-79.

Vilhelm varð valdur inn á ting í tíðarskeiðinum 1980-2008, og var landsstýrismaður 1979-1981 og frá 1985-1989. Tað merkir, at Vilhelm var virkin øll míni ár í politikki, 1978-1990. Helst er Vilhelm ein hin seinasti sjálvlærdi politikkarin. Hugsi um, at hann fór úr barnaskúlanum og beint á posthúsið at arbeiða. Har gjørdist hann seinni útbugvingarleiðari, og seinni skrivaði hann søguna hjá Postverkinum. Eyðvitað hevði hann góðar gávur.

 Líkamikið – eftirtíðin fer helst at meta hann sum ein hin virknasta og dugnaligasta politikara, tá samanum kemur. Haraftrat hevði hann ta serligu gávu, at hann altíð kundi svara væl aftur í einum politiskum kjaki og seta kjakaran fastan – ikki við at vera illur ella forrendur, men skemtingarsamur, so endin varð, at øll flentu.

Ivaleyst minnist onkur kjakið um pening til politiska upplýsing til fyrstu viðgerð á tingi. Hann lýsti munin á flokkunum soleiðis, at peningaliga stóð so væl til hjá Sambandsflokkinum, at teir ikki høvdu tørv á peninginum, sum hinir flokkarnir, ið høvdu hall á sínum málgøgnum. Dimmalætting gav yvirskot, so peningurin fór til eina rimmar veitslu til sambandsmenn og teirra veljarar á hvørjum ári. Vilhelm tók til, at Sambandsflokkurin var einasasti flokkur í verðini, ið át ta politisku upplýsingina.

Pápi Vilhelm var úr Búðini í Klaksvík, og tey eru tiltikin fyri at duga væl at svara aftur. Ein er um Kjølbro, sum fekk ein útróðrarbát at føra seg og sonin Ewald til Havnar eini ørindi. Hetta var, áðrenn Strandferðslan var til. Bethuel og Ewald vóru javnaldrar. Ewald var tiltikin stórur og prúður maður, og teir báðir fóru ein túr í land. Áðrenn tað legði Kjølbro teimum eina við, nær teir skuldu vera umborð aftur fyri at fara norð aftur til Klaksvíkar. Men teir komu aftur í seinna lagi. Kjølbro stóð fyri teimum, var eitt sindur rísin og segði við teir: "Verða tit ongantíð vaksnir?" Betuel svarar:

- “Veit ikki, Kjølbro, Ewald er so stórur, at eg haldi ikki, at hann skal vaksa meir, men eg kann væl vaksa eitt petti afturat." So var sloppið, tí Kjølbro hevði humoristiskan sans.

Tá Vilhelm gjørdist landsstýrismaður seinnu ferð, eyðnaðist mær at fáa eitt hjartamál hjá mínum flokki frá gamlari tíð við í samgonguskjalið. Tað var uppskotið frá 60’unum um eykapensión til fólkapensión. Nú skuldi tað vera álvara. Vilhelm setti arbeiðsbólkin. Har vóru fyrst og fremst embætisfólk, ein advokatur og so eg. Nevndin var arbeiðssom, og vit fóru í felag at vitja øll grannalondini og lærdu um teirra eftirlønarskipanir. Vilhelm var við á ferðini og dugdi sera væl ikki minst at siga frá søgum um aðrar arbeiðsferðir, hann hevði verið á. Arbeiðið bar á mál í ringastu tíðum landsins. Vit vóru ógvuliga samd. Serliga um, at vit ongantíð í verðini skuldu hava slíka risaumsiting, sum ATP-skipanin í Danmark hevði.

Tá liðugt var, skifti lógin navn til Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin (AMEG). Munurin frá upprunauppskotinum var, at lógin skuldi fevna um hvørt mansbarn í landinum, ikki bert vera ein arbeiðsmarknaðarpensión, og øll skuldu hava sama útgjald uttan mun til arbeiðsár.

Tað kundi saktans forsvarast, serliga, tá hugsað verður um tey, sum ikki eru ella verða arbeiðsfør, men nakað av kjaki stóðst av, at vælbjargaðar heimaarbeiðandi konur skuldi hava fulla arbeiðsmarknaðarpensión. Sjálvandi kom so uppí kjakið, at heimaarbeiðandi konur eisini gera góð arbeiðsavrik í samfelagnum. Síðani er lógin um AMEG broytt eins og skattareglurnar hjá okkum. Tað var harmiligt. Eg var ikki sørt øvundsjúk, tá eg nú um dagarnar sá, hvat ATP-grunnurin í Danmark, ið er frá 1964, hevur innistandandi av milliardum. Men tað er ein onnur søga.

Vilhelm Johannesen kann í øllum førum leggja frá sær við góðari samvitsku. Hansara partur lá ikki eftir, tá talan var um javnari býti av fólksins ognum. Sum skilst varðveitti hann sítt góða huglag, hóast hann misti heilsuna. Sum eg minnist hann í Klaksvík, so var hann eisini grønur skóti og trúfastur kirkjumaður.

Góði Vilhelm, Jesus fylgi tær.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…