Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í døgum, sum hava verið, hevur vakurt sólsetur verið at sæð av helluni á Viðareiði. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  01.05.2022 - 13:54 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum kemur, fer hitalagið nøkur stig upp, úr umleið 3 stigum upp í næstan 10 stig. Ættin fer fyri tað mesta at liggja ímillum sunnan og vestan, men ikki alla tíðina. Í løtum kølnar aftur av køldum loti norðaneftir, men so kemur lágættin aftur.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadag: Norðan, 5 til 10 m/s, um kvøldið minni vindur úr ymsum ættum. Yvirhøvur turt og skýggjað við sólglottum.

Hitin mánadagin fer at liggja um 3 – 4 stig.

Týsdag: Sunnan, lítil og eingin vindur um náttina, men um morgunin 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn meginpartin av degnum.

Hitin týsdagin fer at veksu úr 3 upp í 8 stig.

Mikudag: Útsynningur, 3 til 8 m/s. Skýggjað og ælaveður.

Hitin mikudagin fer at liggja um 8 – 10 stig.

Hósdag: Útsynningur, um morgunin 3 til 8 m/s, men eftir tað veksandi upp í 10 til 15 m/s. Skýggjað og samregn um náttina og morgunin, men eftir tað ælaveður.

Hitin hósdagin fer at liggja um 7 – 8 stig.

Fríggjadag: Útsynningur, um morgunin 10 til 15 m/s, men seinnapartin minkandi niður í 3 til 8 m/s av útnyrðingi. Skýggjað við sólglottum og løtur við ælaveðri.

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 6 – 8 stig.

Leygardag: Útsynningur og útsyningur sunnan, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og eisini onkur løta við ælaveðri.

Hitin leygardagin fer at liggja um 7 – 9 stig.

Sunnudag: Sunnan, 3 til 8 m/s. Turt og eitt sindur skýggjað.

Hitin sunnudagin fer at liggja um 8 – 10 stig.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað