Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hevur landið goldið Norðoyatunnilin?

SKRIVAÐ: Símun Absalonsen  |  04.05.2022 - 14:09 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Orð sum  samhaldsfesti, bummgjald, bensingjald, vegskattur osfr, eru nógv á lofti tá samferðsla verður umtalað. Samhaldsfesti er eitt jaligt og vakurt hugtak, men trupulleikin er, at tað finst neyvan konsensus um, hvat orðið merkir. Í dagligari talu merkir orðið aloftast, at onnur skulu rinda meira og ”eg” skal rinda minni.  Undanfarna samgonga lovaði eina samhaldsfasta gjaldsskipan, ið javnsetti øll øki í landinum. Men skipanin kom ongantíð, helst tí at ”samhaldsfesti” hevur ymiskan týdning, alt eftir hvat í landinum ein býr. Núverandi samgonga hevur eisini roynt seg eisini við hesi ”mission impossible”.

 

Gjaldið fyri at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin í dag er 24% av tí sum tað kostaði tá tunnilin læt upp. Verður hædd tikið fyri prísvøkstri er gjaldið í dag í realvirði, 19% av tí sum tað kostaði í 2006. Tunnilsgjaldið er sostatt “nærum” avtikið. Hvørt gjaldið skal halda fram ella ikki, havi eg onga sterka meining um. Men eg haldi at fólk ofta eru stuttmint og at samferðslu- og búskaparligar umstøðurnar ísv verkætlanina ”Norðoyatunnilin” eru gloymd. Norðingar verða ofta mintir á, at landið hevur goldið Norðoyatunnilin. Men er hetta rætt?

Spurningurin um hvør rindaði Norðoyatunnilin, er neyvan so einfaldur sum fleiri miðlar hava gjørt hann til. Innan búskaparástøði er eitt hugtak sum nevnist ”opportunity cost”. Hetta er serliga kent innan mikrobúskap, men kann í ávísan mun eisini brúkast innan samfelagsbúskap.

”Opportunity cost” er tann meirkostnaður ið stavar frá, at næstbesta loysnin verður vald framum ta bestu loysnina. Tá talan er um Norðoyatunnilin er hugtakið ”opportunity cost” viðkomandi.

Tá uppskotið um fast samband um Leirvíksfjørð varð borið niðan í Løgtingið fyrst í hesi øldini, var samferðslan um Leirvíksfjørð komin á eitt vegamót. Ferjurnar Ternan og Dúgvan sigldu pendulfart um fjørðin og trýstið var øgiligt. Ternan var eitt ótíðarhóskandi skip og Dúgvan var gomul og í ringum standi. Minnist meg rætt sigldi Dúgvan seinastu tíðina við undantaksloyvi frá skipasýninum. Hartil kom, at ferjulegurnar í Leirvík og Klaksvík vóru ótíðarhóskandi og beinleiðis vandamiklar fyri ferðafólk, vegna tað stóra ferðslutrýstið.

Skuldi siglingin halda fram, hevði landið eitt í at velja. Neyðugt var at útvega tvær ferjur og dagføra ferjulegurnar í Klaksvík og Leirvík. Hvat hetta hevði kostað landskassanum veit eg ikki, men eg havi hoyrt upphæddir sum minst 400 mió. kr nevndar.

Men landið valdi eina nógv betri og væl bíligari loysn. Í staðin fyri at brúka 400  mió kr at dagføra ferjusambandið, setti landið ”bert” 235 mió kr í eitt partafelag sum fór undir at gera fast samband. Samstundis kravdi landið, at brúkarin rindaði restina av íløguni (ca 160 mió kr.) Harumframt kravdi landið, at brúkarin eisini rindaði allan raksturin av fasta sambandinum. Tað er ikki á hvørjum degi at landskassin sparir so nógvan pening.

Avgerðin at gera fast samband, má metast at vera ein tann besta forrætning ið landskassin nakrantíð hevur gjørt, um vit hugsa um hvat alternativið var.

Fasta sambandið um Leirvíksfjørð spardi sostatt landskassanum ein meirkostnað uppá 160 mió. kr hvat sjálvari íløguni viðvíkur. Men harumframt spardi landskassin eisini loypandi rakstrarfígging av framhaldandi ferjusambandi um Leirvíksfjørð. Einaferð minnist eg, at eitt avloysaraskip varð leigað úr Danmark í nakrar mánaðar, tí ein ferja hevði tikið botn í Leirvík. Í dag er slíkur váði burtur.

Alt tosið um at ”allir føroyingar hava goldið Norðoyatunnilin”, sum um at talan kundi verið um eina landsinnsavnan til Reyða Kross ella almenna olmussu til Norðoyggjar, hevur lítið við veruleikan at gera.

Skulu vit tosa um búskap við skilvísi er neyðugt at taka atlit til ”opportunity cost”, og her er niðurstøðan greið:  Norðoyatunnilin hevur einki kostað landskassanum, men hevur tvørturímóti spart landskassanum  hundraðtals milliónir.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum