Lýsing
Lýsing
Lýsing
Ein sperdur løgmaður. Samgongumál síggja út til at detta á gólvið, nú Løgtingið fer til hús fríggjadagin. | Mynd: Egin mynd.

Samgongan er ikki stjórnarberandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.05.2022 - 18:33 Leiðarin Politikkur

Líkt er til, at nøkur samgongufólk fingu kálvahjarta í tólvta tíma, og at tað tí ikki verður meiriluti fyri Samferðslupakkanum hóast alt. Hervið dettur eitt av týdningarmestu vallyftunum og størstu lyftunum frá degnum, samgonguskjalið varð undirskrivað, á gólvið. Og tað sær út til at bert eitt av symptomunum uppá, at vit í roynd og veru hava eina minnilutasamgongu.

Nú fara løgtingsfólkini í eina tríggjar mánaða drúgva summarfrítíð við fullari løn, og tá fara tey neyvan  at skriva út val. Men eftir ólavsøku kann væl hugsast, at vit fáa eitt val í úrtíð. Í øllum førum er líkt til, at tá játtanarkarmarnir 2023 koma fyri, fara vit at síggja samgongutingfólk í sjálvdrátti, sum fara at reka valstríð við fíggjarlógini sum amboði. Júst sum tey nú draga hvør sína línu í Fíggjarnevndini. Spurningurin er tí, um tað ikki er frægast at taka valið sum skjótast.

Væl vita vit, at undanfarna samgonga eisini var ein minnilutasamgonga, og sum fleiri ferðir ikki var stjórnarberandi, men hon fekk kortini hildið alt valskeiðið út, tí hon kundi keypa seg til skiftandi meirilutar frá Sjálvstýri, Sonju Jógvansdóttir og Magna Laksáfoss. Hendan samgongan hevur ongan Laksáfoss, onga Jógvansdóttir og bara eitt hálvt Sjálvstýri í mun til tað, sum undanfarna samgonga kundi keypa seg til. Sigur tann einsamalli tingmaðurin í Sjálvstýri nei til at stuðla, kann samgongan ikki fara til nakran annan í andstøðuni og keypa sær stuðul haðani.

Hetta gevur at bíta í politikkinum. Herfyri skrivaðu vit í Norðlýsinum um, at soðið varð tynt niður í riddarakrossar og summartíð, og tað er alsamt meira sjónligt, at so er. Løgtingið gav Jenisi av Rana eina tannleysa “heimild” til at seta revsitiltøk í verk ímóti Russlandi, men krevur at hann skal innheinta loyvi frá tinginum til alt, ið kann svíða, og harvið hevur Løgtingið í grundini ikki avgivið landsstýrismanninum nakra veruliga heimild.

Formaðurin í Fíggjarnevndini hevur runnið undan mikrofonini í allan dag, meðan skaðafróða høvuðsstaðarpressan hevur válkað sær í, at kinkur er íkomin í nevndini viðvíkjandi Samferðslupakkanum, ið fellur burtur fríggjadagin, slepst ikki burturúr naggatódnini. Og neyðugt er ikki at nevna enn eina ferð miseydnaða málið um gongd í haga, so lat hendan setningin vera tann einasta um tað.

Hvat verri er, so breiðir vantandi samgongustevið seg sum ringar út til fólkið. Øki í landinum eru nú sett skarpt upp ímóti hvørjum øðrum. Suðuroyartunnilin er sanniliga eisini hóttur, nú Samferðslupakkin dettur niður fyri, og uppskotið frá andstøðuni um tað fer heilt vist at fella. Og soleiðis fara tingfólk og valevni at royna at vinna hvørjum øðrum neisir við at mótarbeiða samferðsluútbyggingum, júst sum vit síggja við Samferðslupakkanum.

Tað er spell, at tað skuldi enda so. Men veruleikin er, at samgongan er fragmenterað og fær ikki síni mál ígjøgnum Løgtingið. So er spurningurin, hvussu leingi og við hvørjum endamáli man tí framhaldandi skal sita í samgonguni og í Landsstýrinum.

Kanska eitt val nú hevði reinsað luftina. Hinvegin kann tað eisini vera, at vit bara fáa meira av tí sama. Men tað vita vit ikki fyrrenn eftir val.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum