Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bátafestivalurin á Toftum tann fyrsti í ár

SKRIVAÐ: Bátafestivalurin á Toftum  |  05.05.2022 - 09:12 Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Eins og undanfarin ár eru nógv spennandi tiltøk tiltøk á ársins fyrsta bátafestivali, sum verður á Toftum komandi leygardag. Bæði kent og gott gamalt, men sjálvandi verða eisini nýggj tiltøk

Bátafelagið á Toftum er eitt virkið felag, og bátafestivalurin er árliga hæddarpunktið hjá felagnum. Nú korona er farið framvið, er laga manni at skipa fyri einum spennandi og ikki koronaavmarkaðum festivali.

Talan er um 17. festival á Toftum seinastu 18 árini. Ein festivalur, sum plagar at vera væl vitjaður, og tað vænta og vóna fyrireikararnir eisini fer at vera galdandi í ár. Eins og undanfarnu árini verður festivalurin hildin fyrsta leygardag í mai, sum í ár fellur á tann 7. mai.

Nógvir bátar plaga at luttaka, eins og nógvir kampingvognar seta kósina móti Toftum hesar dagarnar. Kampingøkið við Toftagjógv letur upp longu hósdagin, eins og vitjandi bátar hava longu nú eru tryggja sær pláss í bátahavnini.

Á sjálvum festivaldegnum 7. mai verður lagt til brots við, at bátarnir møtast inni í Skálafirði klokkan 11.00.  Hálvan tíma seinni, klokkan 11.30, verður byrjað at sigla út móti Toftum, har bátarnir plaga at koma móti havnalagnum hálvanannan tíma seinni, ið er um 13-tíðina.

Eins og undanfarin ár er Bátafestivalurin eitt tiltak fyri alla familjuna, har hugnin er í hásæti bæði kring bátahylin og sjálvandi í tjaldinum á kaiøkinum.

Klokkan 13.00 er andlitsmáling á skránni, og um somu tíð skipa Kvinnufelagið og Tofta Talvfelag fyri kaffisølu og tombola í festivaltjaldinum.

Klokkan 13.30 heldur Janus Jensen vælkomstrøðu í Oyrunum, og tá lata eisini hoppiborgir og annað upp á festivaløkinum. Eisini er suppan tá klár í tjaldinum, eins og harmonikurnar vera at hoyra har um somu tíð.

Klokkan 14.00 letur pylsuvognurin upp á festivaløkinum, og hálvan tíma seinna verður skattaveiða fyri børn.

Væl kendu búffarnir vera at fáa frá klokkan 15.00, og tá syngur Ólavur á Váli í tjaldinum. Eftir hetta fara vit at hoyra Høgna Lisberg frá klokkan 15.40, og aftan á syngja La Santa menninir í tjaldinum.

Tónleikaskráin er óendaliga góð, tí klokkan 16.40 fara vit at hoyra Evi Tausen syngja í tjaldinum, og eini trýkorter seinni, klokkan 17.20, verður Marius Ziska at síggja á pallinum.

Klokkan 18.00 er mótasýning við Navia og Insito, at enda tónleikaframførslurnar kemur okkara egni Kári Fossdalsá á pallin at syngja.
Klokkan 19.45 verður eitt syngið-við-tiltak við Fuglafjarðar Harmonikufelag, har Doris og Jóanes leiða sangin.

Í fjør var eingin dansur orsakað av koronu, men tað kunnu tey vitjandi gleða seg til í ár klokkan 23.00, tí tá spælir Hallur Joensen Band til dans fram til umleið klokkan 04.00.

Væl komin á ársins fyrsta bátafestival á Toftum leygardagin.

Vinarliga
Bátafelagið á Toftum
Høgni Waag Høgnesen, formaður

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…