Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vikuskiftismøtir í Emmaus

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  11.05.2022 - 09:40 Tíðindi

Tað verður Asbjørn Kvalbein, sum talar til møtini og hevur bíbliutímarnar

Asbjørn Kvalbein er norðmaður, kendur sum fyrsti blaðstjóri á “Ungdom & Tiden” og fyrsti rektari á Gimlekollen Mediasenter. Í mong ár hevur Asbjørn prædikað og undirvíst hjá Norsk Luthersk Missionssamband, og í dag er hann virkin at boða Guðs Orð á netinum, serliga umvegis poddvarp og útvarpssendingar hjá Norea Mediemission.

Skráin fyri vikuskiftið sær soleiðis út:


Fríggjadagur 13. mai (dýri biðidagur)
Kl.18:00 Møti: “Jesu undurfulli kærleiki”
Kvinnukórið í Emmaus syngur

Drekkamuður eftir møtið

Leygardagur 14. mai
Kl.15:00 Bíbliutími: “Tí falla vit ikki í fátt”
Kl. 16:30 Bíbliutími: “Tá bønarsvarið ikki kemur og trúgvin verður roynd”

Nátturði

Kl.19:00 Møti: “Ein Jesu lærusveinur í dag”
Systkini av Skála syngja

Drekkamuður eftir møtið

Sunnudagur 15. mai
Kl.18:00 Møti: “Liv í endurnýggjanini”
Árni Petersen syngur

Drekkamuður eftir møtið

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betesda fær vitjan á møtinum sunnukvøldi…
Toy Story 5 setir sjóneykuna á skíggjar…
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…