Lýsing
Lýsing
Lýsing

Atlantic Fair letur upp í morgin kl. 10.00

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  16.05.2022 - 13:07 Myndarøð Tíðindi Vinna

Størsti parturin av ítróttarøkinum í Klaksvík verður í komandi døgum brúktur til stóru altjóða framsýningina ATLANTIC FAIR.

Norðlýsið var á staðnum í morgun og fregnaðist um gongdina hjá ATLANTIC FAIR nú evstamark nærkast fyri, at framsýningin letur upp.

Áki í Skemmuni, stjóri fyri tiltakinum segði, at tað hevur gingið sera væl hesaferð eisini, at fingið áhugaðar framsýnarar.  193 framsýnarar hava bás í hallunum í Klaksvík. Framsýnararnir koma úr 19 ymiskum londum, so sigast má, at ATLANTIC FAIR fær alt størri undirtøku ímillum virkir í vinnuni, ikki minst uttanlanda frá. At enda segði Áki í Skemmuni, stjóri, at umframt terir 193 framsýnarar, so sluppi ikki allar fyritøkurnar við, orsakað av plásstroti og harafturat hava fleiri longu nú biðið um pláss til framsýningina um tvey ár.

Stevnan verður sett av løgmanni í morgin klokkan 10.00  Klokkan 13 heldur Jákup Bech Jensen ein fyrilestur hann kallar “Leiðsla og innovatión í broytingartíðum”. - kl. 14. heldur Rógvi Olavson ein fyrilestur undir heitinum “Vøkstur við skili” og kl. 15 halda Johnny í Grótinum, Katrine Zacho og Majbritt Skov fyrilestur undir heitinum “Kann partalag millum almenna og privata geiran lyfta íløgutørvin?”

Framsýningin er opin í morgin týsdagin frá 10 til 17, mikudagin frá 10 til 17 og hósdagin frá 10 til 16. - Fyrilestrar eru á skránni eisini mikudagin og hósdagin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund