Lýsing
Lýsing
Lýsing

Karl Haldursson Johansen, borgarstjóri bjóðaði væl komin

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  17.05.2022 - 12:42 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Atlantic Fair, sjóvinnustevnan er farin í gongd. Tað var borgarstjórin, Karl Haldursson Johansen, ið sum fyrsti røðari bjóðaði øllum vælkomnum til Klaksvíkar. Orsakað av at stevnan er á altjóða støði eru bæði vitjandi og framsýnarar úr 19 ymisku londum. Tí er røða borgarstjórans á enskum og føroyskum:

Dear exhibitors, dear guest!

I am truly pleased to welcome you all to Klaksvík for this year’s Atlantic Fair. Due to Covid it`s been two years since we last met at the fair in Klaksvik. In fact, my first time as mayor.

Previous fairs have been very successful, and we expect nothing less from this year’s edition.

Welcome to Klaksvík and to the Atlantic Fair 2022

Før jeg bytter til færøysk skal jeg også benytte anledningen til å ønske våre norske gjester en god nasjonaldag denne 17. mai. Selv om nasjonaldagen ikke feires på vanlig måte, håper jeg, at i får en riktig fin dag i Klaksvik.

 

Góðu framsýnarar og góðu gestir

Í ár eru 90 fyritøkur tilmeldaðar, umboðandi 17 ymisk lond.

Fyri býin, og ikki minst fyri vinnuna í býnum og nærumhvørvinum, hevur tað ómetaliga stóran týdning, at fyritøkurnar fáa møguleika at skapa karmar fyri netverkan í sínum egna umhvørvi.

Seinastu árini hava vit sæð, at messan stuðlar undir, at fyritøkur kunnu knýta nýggj handilsbond, gera íløgur og hugsa nýggjar loysnir tvørturum landamørk.

Tílík samstørv kunnu verða tíðarkrevjandi og kostnaðarmikil, men avgjørt ein týðandi liður í menningini.

Tað er ongin loyna, at krøvuni til fiskivinnuna eru ómetaliga høg. Umstøðurnar og neyðugu tillagingarnar hava tey seinastu árini eisini sett fyritøkur í spentar støður.

Men ístaðin fyri at fella í fátt, so síggja vit ein stríðsvilja, har vinnufyritøkur í øllum landinum kempa og við eldhuga gera neyðugar tillagingar.

Fyri eitt lítið oyggjasamfelag í norðuratlantshavinum er hetta imponerandi. 

Virðið, sum vinnufyritøkurnar leggja í vitanardeiling, er ein stóra íløga fyri okkara kommunu, tí tá vørur og loysnir verða mentar í okkara lokalsamfelagið, so samantvinna vit nýhugsan og traditión, og tað eri eg sannførdur um, førir okkum til góðar burðardyggar loysnir.

Sum borgarstjóri kann eg ikki annað enn fegnast um, at Klaksvíkar kommuna fær heiðurin at hýsa Atlantic fair.

Vit hava góðar møguleikar at binda hallirnar saman í ein samanhangandi bygning, soleiðis at gestirnir og fyritøkurnar fáa eina heildaruppliving.

Úrslitið talar fyri seg! 

Ein tílík vinnuframsýning hevur stóran týdning fyri býin, sum í hesum tíðarskeiðinum hevur møguleika at vísa á sínar fjølbroyttu tænastur og tilboð.

Nógvir gestir vitja í økinum í hesum døgum, og er tað mín vón, at vitjandi fáa eina góða uppliving á messuni.

Vónandi vera tað eisini fleiri, sum gera ganga at fjølbroyttu tilboðunum í býnum. 

Vegna Klaksvíkar býráð vil eg enn einaferð bjóða tykkum vælkomin til Klaksvíkar og góða eydnu.

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund