Lýsing
Lýsing
Lýsing
Palli Skorheim, stjóri, við ein av Maxus-bilunum, ið verður sýndur fram á Atlantic Fair. | Mynd: Egin mynd.

Komfortbilar selja nú eisini el-vørubilar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.05.2022 - 14:43 Tíðindi Vinna

Palli Skorheim, stjóri í Komfortbilum, sigur at Atlantic Fair er eitt gott høvi at vísa vøruútvalið fram. Fyrst og fremst er tað BMW, fyritøkan selur, og umboðar harumframt eisini Mini, Fiat, Maxus, Alfa Romeo og Jeep.

Hóast Atlantic Fair byrjaði sum ein fiskivinnumessa, og í dag mest av øllum er ein sjóvinnumessa, so vendir messan sær eisini til aðrar leverandørar til vinnuna. Komfortbilar selur vøruvognar, og tað nýggjasta er, at teir eisini eru farnir at selja el-vørubilar. Sjálvur sigur stjórin, at teir eru førandi á marknaðinum á tí økinum.

Okkara kundar kunnu spara rættiliga fitt av peningi í rakstrinum við at velja ein el-vørubil, sigur Palli Skorheim, og leggur afturat, at tey hava havt nógvar fyrispurningar, men tað hevur ikki bara gingið eftir ánni. Leveringstíðin uppá bilarnar er drúgv, tí mikrochippini mangla, og støðan í Ukraina hevur eisini havt sína negativu ávirkan. Men eftirspurningurin eftir bilunum hjá Komfortbilum hevur verið stórur, og tað boðar frá góðum, sigur stjórin.

Fleiri fólk hava lagt leiðina framvið básinum hjá Komfortbilum og hava nýtt høvið at royndarkoyra el-vørubilarnar. Í dag hevur fyritøkan eina kampanju, har tey, ið royna ein bil í dag, eru við í lutakastinum um eitt uppihald á Hotel Hilton í Tórshavn. Palli Skorheim endar samrøðuna við at heita á fólk um at koma á básin og spyrja seg fyri um tilboð og fáa eitt óbindandi prát.

Lýsing
Seinastu tíðindini
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…