Lýsing
Lýsing
Tvey sett av feðgum. Til vinstru Óli Samró og Dávur Høgnason, til vinstru Høgni Kunoy Dávason og Hanus Samró | Mynd: Jóhann Lützen

Fishfacts og Aquafacts stuðla Høgna

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.05.2022 - 09:42 Ítrottur Tíðindi Vinna

Hanus Samró, stovnari av Fishfacts og Aquafacts, er við á Atlantic Fair, har teir luttaka við bási. Fyritøkurnar hava gjørt av at stuðla Høgna Kunoy Dávason í at vinna europameistaraheitið í taekwondo. Norðlýsið hevur tosað við bæði Hanus Samró og Høgna Dávason á stóru sjóvinnumessuni.

 

Fishfacts er ein lutfalsliga nýggj fyritøka, ið stríðist á altjóða vøllinum, sigur Hanus Samró. Teir kappast við aðrar og størri fyritøkur, og til tað krevst inspiratión. Høgni K. Dávason er ein stór inspiratión í so máta, og hevur hann sett sítt egna taekwondofelag á stovn. Hanus Samró sigur, at talan er um eina 2-ára avtalu, ið møguliga kann leingjast í samsvari við málið um olympiska luttøku, sum Høgni hevur.

Norðlýsið fekk eisini orðið á høvuðspersónin í hesi avtaluni, og Høgni Kunoy Dávason sigur um avtaluna, at hon hevur alt at siga fyri seg. Tað ber ikki til at standa seg í ítróttargreinini uttan hjálp, og hendan hjálpandi hondin frá Fishfacts og Aquafacts er byrjanin til nakað stórt.

- “Eg visti ikki, hvat eg skuldi siga, ella um eg skuldi klemma hann (Hanus Samró, blðm.)”. Ungi evnaríki taekwondoleikarin hevði ilt við at finna orðini, tá hann fekk hetta at vita um stuðulsavtaluna. Hon er so fesk, at hon ikki er undirskrivað enn, og sostatt eru hetta bráðtíðindi, ið verða borin her. “Eg eri djúpt taknemmiligur”, sigur Høgni.

Ítøkiliga verða pengarnir brúktir til venjingarlegur, sparring, menning og til kappingarluttøku. “Umframt alt tað leysa, sum hoyrir til ítróttarfólk”, sum Høgni sjálvur orðar tað. Hetta inniber sera nógva ferðing bæði til sparring og kappingar, umframt sjálvandi uppihaldið uttanlands.

Ambiótin er at luttaka á Olympisku Leikunum. Tað verður ikki í 2024, men í 2028, sigur Høgni, og tað átti at ligið væl fyri, tí tá er ungi taekwondomaðurin framvegis einans 24-ára gamal og harvið í bestu árum.

Høgni sigur, at hann vil helst umboða Føroyar á Olympisku Leikunum, men ber tað ikki til, so verður tað fyri Danmark. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…