Lýsing
Lýsing

Summar Festivalurin kunnger fleiri bólkar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.05.2022 - 10:11 Mentan Myndarøð Tíðindi

Dynamit og Joe & The Shitboys eru tveir av bólkunum, sum skulu seta lív í Summar Festivalin

Summar Festivalurin kunnger í dag fýra bólkar, sum vera við á festivalinum í august. Bólkarnir eru ymiskir og spæla alt frá poppi og rocki til punk og hip hop, og teir kunnu veruliga seta lív í áhoyrarafjøldirnar.

Ein av best umtóktu bólkunum á Summar Festivalinum gjøgnum árini verður við aftur í ár. Dynamit hevur havt Vágsbø sum eitt slag av heimavølli, og nú eru teir til reiðar at hava framførslu aftur á landsins størsta tónleikatiltaki. Dynamit hevur síðan áttati árini skapt og spælt fangandi popptónleik, sum er lættur at syngja við til og njóta. Sangir sum »Grøv nummar 13«, »Pápi tín býr ei í Tórshavn«, »Ein vátur og kaldur drongur«, »Bangin«, »Hví gongur Tom altíð skít« og aðrir hava verið hitt, og teir rigga framúr væl sum festivalsangir.

Joe & The Shitboys eru nakað av tí frískasta og festligasta, sum finst í føroyskum tónleiki í løtuni. Teir spæla punktónleik við fullari ferð og gera alt meira vart við seg uttanlands. Joe & The Shitboys hava seinastu tíðina havt fleiri konsertir í Onglandi, og teir skulu spæla á Roskilde Festivalinum í summar. Nú eru teir til reiðar at rista og skaka Summar Festivalin við framligum punktónleiki.

Fyri trimum árum síðani útgav Marius DC fyrsta sangin, og síðan hevur gingið ein veg hjá unga rapparanum úr Havn. Hann hevur útgivið fleiri útgávur, hann hevur vunnið heiðurslønir, og fyri kortum vann hann tónleikakappingina Sement. Hann hevur veruliga vunnið fram sum eitt av mest spennandi nýggju nøvnunum í føroyskum tónleiki. Marius DC skrivar og framleiðir tónleik sjálvur, og nú fer hann at hava framførslu á Summar Festivalinum.

Teir eru sterkir solistar og hava skapt stór hitt hvør sær, men teir eru eisini framúr, tá ið teir framføra saman. Danny Baldursson úr Klaksvík og Ingi Poulsen úr Vági hava samstarvað nógv seinnu árini. Teir hava skrivað tónleik saman, og teir hava havt nógvar felags framførslur. Danny & Ingi fara at hava framførslu á Summar Festivalinum í ár.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 4. til. 6. august. 


 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…