Lýsing
Lýsing
Lýsing
Arnfinnur Kallsberg avmyndaður á básinum hjá Thetis | Mynd: Jóhann Lützen

Thetis kann fyribyrgja fiskafelli

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.05.2022 - 13:48 Tíðindi Vinna

Arnfinnur Kallsberg, ið er ph.d.-lesandi hjá Thetis, ið luttekur á Atlantic Fair í Klaksvík, er í holt við eina áhugaverda verkætlan um at lesa arvastreingir hjá lívverum og eisini at staðfesta bakteriur í fiski longu tíðliga og harvið steðga sjúkuútbrotum, áðrenn tey henda.

 

Arnfinnur Kallsberg hevur ognað sær eitt tól, ið kann lesa arvastreingirnar hjá øllum lívverum ella livandi organismum í einari roynd, líka mikið um talan er um mold, vatn, sjógv ella blóð. Við at hava ein tílíkan prøva kann staðfestast, hvat er í, heilt niður á mýlstøði ella molekylért niveau, sum Arnfinnur orðar tað.

Spurdur um hvat samband hetta hevur, ella kann hava, við sjóvinnu at gera, svarar Anfinn, at til ber at filtrera sjógv, ið kann nýtast í sambandi við eitt nú stovnsmetingar. Tað kann eisini brúkast til at staðfesta virus og bakteriu í fiski. Er eitt stórt felli í fiski onkustaðni, ber til at nýta tólið til at staðfesta, um sjúka er atvoldin.

Til ber eisini at brúka tólið fyribyrgjandi við at gera reglulig eftirlit, ið kunnu staðfesta t.d. patogen og bakteriu, áðrenn hon fær fastatøkur, og seta neyðug átøk í verk fyri at fyribyrgja spjaðing.

Av tí at hetta er rættiliga nýtt, bæði tøknin og háttalagið, er hetta ikki so útbreitt enn, sigur Arnfinnur. Talan er um nakað slóðbrótandi og nýtt, sum Thetis nú vil bjóða fram sum eina tænastu framyvir, og Arnfinnur Kallsberg væntar, at til ber hjá eitt nú alivinnuni at spara heilt fitt av peningi, umframt at tað sjálvsagt er gott fyri djóravælferðina hjá fiskinum.

 

Tólið, ið kann lesa arvastreingirnar hjá øllum lívverum ella livandi organismum í einari roynd

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…