Lýsing
Lýsing

KSS - Vit eru væl nøgd við Atlantic Fair

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen  |  21.05.2022 - 18:01 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað sigur Frimodt Rasmussen, stjóri og eigari av sleipistøðini í Klaksvík. Eg haldi at Atlantic Fair er eitt gott vindeyga hjá okkum at hava út í heim. Her hava vit góðar møguleikar at vísa hvørjir vit eru og hvat vit kunnu. Eisini er gott høvi at koma saman við kundum, samstarvsfeløgum og leverandørum okkara. Samanumtikið er Atlantic Fair eitt fínt tiltak í Klaksvík.

Vit á KSS eru á nógvum slíkum stevnum kring um í heiminum. Eitt nú í Ísandi, Skotlandi, Noregi, Danmark. Harafturat fara umboð fyri okkum á eina slíka stevnu í Spania í komandi viku.

Vit royna at halda sambondini við samstarvsfelagar við líka og hetta er ein partur av tí arbeiðinum.

Eg eri væl nøgdur við væl fyriskipaða tiltakið Atlantic Fair. Men vit høvdu eisini fyrireikað okkum sera væl. Tað var tí ikki strævið hjá okkum teir tríggjar dagarnar tað stóð uppá. Vit høvdu góða vitjan av viðkomandi samstarvseindum, so tað kendist væl.

Johs. Elektro er eisini eitt felag undir okkara paraply, og var tí ein partur av bási okkara. Johs. Elektro er kanska einasta felag í Føroyum, sum viklar elmotorar aftur tá teir eru í ólagi. Í hesum døgum tá nógv verður tosað um endurnýtslu, er hetta eitt felag, sum gerð mun. Johs. Elektro hevur gott serkønt fólk til hetta arbeiðið.

Eisini fyritøkan Búrhella, sum hevur kránabilar og losbátin Tjørnunes, er ein partur av okkara konsirn. Búrhella er ein flutningsfyritøka, sum arbeiðir kring alt landið. Búrhella vísti seg sjálvandi eisini á Atlantic Fair, sigur ein væl nøgdur Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS at enda.

 

Niðanfyri nakrar myndir frá seinasta stevnudaginum á Atlantic Fair 2022:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin