Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sinnisbati 40 ár og bókaútgáva

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.05.2022 - 09:46 Tíðindaskriv

Týsdagin tann 24. mai fyllir Sinnisbati 40 ár. Tað eru nú 40 ár liðin, síðani stovnandi aðalfundin hjá Sinnisbata í 1982, har stig varð tikið til at stovna felag, sum skuldi arbeiða fyri fólki við sálarsjúku, og avvarðandi teirra. Í hesum sambandi skipar Sinnisbati fyri almennum føðingardegi og bókaútgávu í Reinsarínum tann 24. mai kl. 19.30.

Í samband við føðingardagin gevur Sinnisbati, saman við Sprotanum og Grækaris Djurhuus Magnussen, bók út um søguna hjá felagnum.

Til tiltakið verður bókin Sálareyga løgd fram, og prát verður við Grækaris um bókina. Prátað verður eisini við Marin Samuelsen, sjúkrarøktarfrøðing, og Súsonnu Olsen, forkvinnu í Sinnisbata, ið viðvirka í nýggju bókini, og hava myndað felagið og føroysku sálarsjúkusøguna.

Møguleiki verður at keypa bókina Sálareyga hetta kvøldið.

Umframt hetta, vísir Sinnisbati Ung ein nýggjan stuttfilm fram, og Herborg Torkilsdóttir kemur at spæla eitt nýtt lag fyri okkum.

Skrá:
19.30
Vælkomin við Súsannu Olsen, forkvinnu í Sinnisbata
19.40
Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsøe
19.45
Øssur Winthereig, journalistur og orðstýrari, tosar við Grækaris Djurhuus Magnussen um bókina Sálareyga
20.15
Øssur Winthereig tosar við tvey av fólkunum í nýggju bókini, Marin Samuelsen, sjúkrarøktarfrøðing, og Súsonnu Olsen, forkvinnu í Sinnisbata
20.45
Steðgur
21.00
Sinnisbati Ung vísir stuttfilm
21.20
Herborg Torkilsdóttir spælir nýtt lag

Øll eru hjartaliga vælkomin. Sinnisbati bjóðar føðingardagskøku og kaffi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík