Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Handverkarafelag hevði ársaðalfund tann 14. mai 2022 á Hotel Hafnia

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.05.2022 - 06:20 Tíðindaskriv

Undirtøkan var góð, og formaðurin, Suni Simonsen, greiddi frá hvat var hent seinasta árið. Felagið hevur m.a. fingið nýggja heimasíðu, ið enn betri kunnar limir felagsins um m.a. sáttmálar, setanarskriv, lønartalvur, tryggingar, tíðindi osfr. Á heimasíðuni, www.fhf.fo, ber eisini til hjá limum felagsins at bíleggja sær ókeypis jakkar, sum nevndin hevur avgjørt at keypa til limirnar.

Formaðurin nevndi eisini rentuna ið verður tilskrivað gjøgnum avtaluna við LÍV. Limir sum hava 10 ár ella meira eftir á arbeiðsmarknaðinum, fingu í fjør 9,78% í avkasti. Tey sum høvdu 8 ár eftir fingu 9,7% í avkasti. 5 ár, 6,7%. Og tey sum hava undir 2 ár til tey blíva pensioneraði, fingu 2,42% í avkasti. Nevndin frøðist um góðu rentuna ið verður tilskrivað limum felagsins.

 

Eisini er nýggj avtala undirskrivað við LÍV. Nýtt í avtaluni er, at við varandi óarbeiðsføri fáa limir eina veiting á kr. 200.000,- við einari niðurtrapping við varandi arbeiðsóføri. Nýggja avtalan kom í gildi í januar 2022. Nýggja avtalan kemur afturat fyrrverandi avtaluni, ið m.a. tryggjar limum hjá felagnum við deyða, ávísar hættisligar sjúkur hjá sær sjálvum ella hjúnarfelaga/sambúgva ella børnum undir 18 ár, inngjaldstrygging og hoyritól. Harafturat fáa allir limir sum hava tryggingar hjá Trygd serligan frádrátt.

 

Ársaðalfundurin avgjørdi harumframt á fundinum, at siga allar sáttmálarnar upp.

 

Forvitnisligar framløgur vóru frá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Yrkisdeplinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…