Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hans Pilgaard við tveimum fyrilestrum í september

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  24.05.2022 - 11:00 Tíðindaskriv

Dámligi og væl kendi, danski sjónvarpsverturin, Hans Pilgaard, verður nú at hoyra og síggja í SALT á Tvøroyri hóskvøldið tann 8. september kl. 19.00 og í Norðurlandahúsinum mikukvøldið tann 14. september kl. 19.00. Atgongumerki eru nú til sølu á salt.fo og á nlh.fo.

Føroyavinurin hevur nógv uppá hjarta og hevur samansett ein sera persónligan, áhugaverdan og stuttligan fyrilestur, ið er sera viðkomandi fyri tað sum gongur fyri seg í dagsins samfelag.  

 

Soleiðis fortelur hann heilt stutt um sýningina:

 

”Bardagin fyri einum stuttligari lívi”

Lívsgleðin hevur trong kor, í einum heimið av veðurlags vanlukkum, ”vit og tit” kjakið og við forsetum við stórlætiskenslum.

Vónin, hýrurin og tann heilhjartaði láturin krevur eina orduliga dagføring og eitt stórt klemm uttan frástøðu. Ringur hýrur, keðilig tíðindi og dómadagsspádómur stórtrívist, meðan tað kann tykjast sera trupult at síggja ein glaðan útveg fyri ”to-do-listum”, svartskygni og ótta.

 

Heimurin er ikki tað, sum hann einaferð var… ella er hann?

Avbjóðingar hava møguliga altíð verið til staðar, og møguliga hava vit longu amboðini til at gera nakað við hetta.

 

Bardagin fyri einum stuttligari lívi er eitt kvøld við bæði larmandi skemtisøgum og friðarligum, persónligum frásøgnum.

Tað er eitt kvøld, har tann sjeyndi sansurin, tann skemtiligi sansurin, verður útgjørdur við vápnum til at berjast fyri lívinum, nemliga bardagan um eitt stuttligari og meir autentiskt lív.

 

Og tað er ein bardagi; men tað er ein bardagi, som er verdur at gerast partur av í staðin fyri at standa sum áskoðari og hyggja at.

 

Ein sera hugvekjandi fyrilestur, ið vekjur látur, umhugsni og vón!

 
 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…