Lýsing
Lýsing
Lýsing

LM Kring Føroyar 2022

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  25.05.2022 - 09:08 Ítrottur Tíðindi

Mikudagin 25. mai byrjar stóra súkklukappingin LM Kring Føroyar sett í gongd, tá súkklarar fara um startin í Miðvági. Frammanfyri sær hava tey 5 dagar av súkklukapping kring Føroyar. 

Hetta er Føroya størsta og mest virda súkklukapping, og spenningurin er stórur, hvussu leikur fer. Hvussu er støðið, og eru tað vanligu favorittarnir, ið aftur fara at gera seg galdandi?

Fyrsta dagin verður súkkla frá FK í Miðvági til Bíggjar og aftur til Miðvágs. 

Kristi himmalsfaradag gongur leiðin til Eysturoynna, har byrjað verður í Norðskála um Eiðiskarð og víðari til Klaksvíkar, har málið er við Effostøðina í Klaksvík. 

Triðja dagin, fríggjadagin, verður kappast á Viðoynni, har súkkla verður úr Hvannasundi gjøgnum bergholið til Viðareiðis og eftir gamla vegi móti Hvannasundi. Hesin teinur verður súkklaður seks ferðir. 

Fjórða dagin er tað Suðuroyggin, ið leggur vegir til LM Kring Føroyar, byrjað verður á Effostøðini á Tvøroyri og súkklað verður til Hvalbiar og aftur, umvegis Hov og Porkeri, umvegis Vág til Sumbiar, Lopra til Vágs, har málið er við Effostøðina í Vági.

Seinasta kappingardagin verður byrjað og enda við Leif Mohr á Hoyvíksvegnum. Koyrt verður gjøgnum Kaldbakstunnilin til Hósvíkar og heimaftur eftir Oyggjavegnum aftur til Leif Mohr, her verða koyrdar tvær rundur á Hoyvíksvegi, Smyrilsvegi og Staravegi, áðrenn endaligi vinnarin kann verða kosin. 

Súkklararnir koma væntandi á mál umleið kl. 16. Pylsuvognur verður á parkeringsøkinum hjá Leif Mohr, har teir spentu áskoðararnir kunnu fáa sær eina pylsu meðan teir bíða. Eisini verður okkurt leskandi at sløkkja sær tostan við.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki
Góða gongdin hjá J&K Petersen heldur fra…
- Vit mugu virða ta gomlu søguna og tað…
Foto framsýning í Smiðjuni í Lítluvík 18…
Dáin 35 ár
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Innihaldið týdningarmiklari enn breiðar…
Ein Talgild Valskipan
Ætlan fyri orkuútbygg­ingar tey næstu fim…
JAMEN, VIT TJENA SO IKKI UPP Á HETTA HER…