Lýsing
Lýsing
Lýsing

50 mió. til at fullføra verkætlanir

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  25.05.2022 - 12:08 Politikkur Tíðindi

Allar verkætlanir, sum eru ígongd, skulu gerast lidnar. Neyðugt er tí við lántøku á 50 mió. kr., soleiðis at arbeiðast kann víðari við fleiri av teimum spennandi verkætlanum, sum koma at mynda býin í mong ár framyvir.

 

Á skránni til býráðsfundin í kvøld er uppskot um lántøku á 50 mió. kr. til viðgerðar. Orsøkin til lántøkuna er, at dagførda fíggjarætlanin fyri 2022 vísir eitt hall á 18,8 mió. kr., 20 mió. til gjald av lániavdráttum á og peningur til at gera verkætklanir lidnar.

- Tá ið sitandi býráð tók við 1. januar 2021, var býráðið samt um, at Klaksvíkar kommuna skuldi stremba eftir at halda allar teir sáttmálar og bindingar, sum bæði fyrrverandi og núverandi býráð hava undirskrivað. Tí er neyðugt við hesi lántøku, soleiðis at haldast kann fram við liðugtgerð av teimum verkætlanum, sum eru ígongd, sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri.

Av størri verkætlanum, sum antin eru lidnar ella komnar væl áleiðis, kunnu nevnast:

Bollafabrikkin – liðugt
Barnagarður á Norðoyri – liðugt
Rennibreytin – liðugt summarið 2022
Ídnaðarøkið undir Hamri – liðugt á sumri 2022
Mentanarhúsið Varpið – liðugt okt/nov 2022
Kappróðrarneystið – liðugt um ársskiftið 2022/23
Útstykkingin á Fossum – fyrsta byggistig, liðugt á heysti 2022

Arbeiðið við fíggjarkarminum fyri 2023 er farið í gongd. Somuleiðis verður í næstum farið undir at dagføra langtíðar íløguætlanina hjá kommununi.

Skuldin hjá Klaksvíkar kommunu er í løtuni 311 mió. kr., og við lántøkuni verður skuldin í alt 361 mió. kr. Kommunan rindar 20 mió. kr. í avdráttum í 2022, og verður skuldin við ársenda 341 mió. kr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund
Fleiri ymisk skeið innan vitlíki