Lýsing
Lýsing
Manningin á Klaksvíkingi | Mynd: Oliver Joensen

Tá hvør smáblóma tárar av gleði – Hugleiðingar um Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.05.2022 - 13:00 Leiðarin Mentan

Hetta vikuskifti er Norðoyastevna, fyrsta føroyska summarstevnan og tann fyrsta veruliga summarstevnan aftaná Corona. Saman við ólavsøkuni er norðoyastevnan tær einastu summarstevnurnar, sum eru á sama staði hvørt ár.

 

Síðani Klaksvík menti seg frá 4 býlingum til ein bý hevur hesin býurin gjørt nógv burturúr ítrótti, fyrst og fremst fótbólti og kappróðri, og settu hesar ítróttargreinir eisini sín dám á Norðoyastevnu frá byrjan í 1936. Og í ár eru ikki færri enn 2 tíggjumannafør úr Norðoyggjum!

Klaksvík er Norðoya móðir, verð staðfestur í vælkenda sanginum hjá Bernhardi Brim, ið kom út í 1959 í yrkingasavninum “Vinir mínir”, og æt tá Kvøðan til Klaksvíkar. Fólk flest kenna hann helst betur eftir fyrstu regluni, “Tað er vakurt í Klaksvík á sumri”, ella við kelinavninum Klaksvíkssangurin.

Norðoyastevnan fær eisini nøkur orð við í Klaksvíksssanginum, og har leggur yrkjarin dentin á, at Norðoyggjar eru ein eind við Klaksvík sum miðdepli, ið roynir seg í “kynstri og leiki” ímóti øðrum landspørtum. Uttan iva hevur yrkjarin her havt Klaksvíkar Ítróttarfelag í tonkunum her, ið hóast navnið er ítróttarfelagið fyri allar Norðoyggjar.

Í vetur sendi Klaksvíkar Róðrarfelag og serliga 10-mannafarsmanningin eina avbjóðing út til hini róðrarfeløgini í landinum um, at teir vóru klárir. Meðan ongin aðrastaðni í landinum tordi at taka av, lótu menn Eystan Múla ikki avbjóðingina standa ósvaraða, og tískil verða tað nú norðoyingar, ið fara at stríðast móti norðoyingum í tíggjumannafarsróðri. Skarpur verður hildarleikur!

Norðoyastenvnan er tann fyrsta av sjey vælvirkandi summarstevnum við kappróðri kring landið. Men soleiðis hevur ikki altíð verið.

 

Fyrstu róðrarstevnurnar uttanfyri Havnina

Framtakshugaðir og arbeiðssinnaðir tvørámenn vórðu teir fyrstu at byrja eina alternativa ólavsøku í Føroyum fyri beint undir 100 árum síðani. Í 1923 vóru arbeiðsgevararnir á Tvøroyri nevniliga vorðnir troyttir av, at arbeiðsfólkið fór til Havnar í fleiri dagar kring 28. og 29. juli at halda ólavsøku, so teir vildu, at ólavsøka skuldi haldast á Tvøroyri í staðin. Hetta eydnaðist ikki betur enn næstbest, men so væl varð tikið undir við hugskotinum at halda stevnu í Suðuroy, at árið eftir varð stevna løgd, tá danir hildu Skt. Hans, nevniliga vikuskiftið tættast við 24. juni. Skt. Hans er Jóannes doyparin, og “Jóan”- í Jóansøku er sostatt eisini uppkallað eftir honum.

At tað hendi á Tvøroyri, var alt annað enn tilvildarligt. Tvøroyri var næst-størsti býur í Føroyum tá, og býurin hevði frammanundan tað elsta fótbóltsfelagið í landinum – nakað sum hann hevur enn –, og kappróðurin har var tá í stórari menning. Tað var ikki fyrrenn í 1940, at Klaksvík at enda yvirhálaði Tvøroyri í fólkatali og hevur verið næststørsti býur í Føroyum síðani.

Klaksvík hevði tað næstelsta fótbóltsfelagið, og í 1930’unum varð farið undir at gera eitt róðrarfelag eisini. Klaksvíkar Kappróðrarfelag varð stovnað í 1936, og eitt kappróðrarfelag mátti hava heimasjógv, annað bar ikki til, hildu menn. So sama árið kundi Klaksvíkin bjóða vælkomin til spildurnýggju róðrarstevnuna, Norðoyastevnu.

Miðað varð tá eftir at hava umleið ein mánað ímillum róðrarnar og harvið stevnurnar. Ólavsøkan er altíð síðst í juli, jóansøkan seint í juni, so tað natúrliga var at hava norðoyastevnu síðst í mai. Men tá í tíðini var doyurin lagdur á at halda verðsligt og heilagt atskilt. Av tí at hvítusunnan, ið flytur á hvørjum ári, javnan er seint í mai, hevur norðoyastevnan mangan verið fyrsta vikuskiftið í juni í staðin. Fyrsti norðoyastevnudagur var sunnudagin tann 7. juni í 1936, tí hvítusunnudagur var seinasta dagin í mai, meðan 2. hvítusunnudagur var 1. juni. Men miðað var altíð eftir seinast í mai, sum nú í 2022.

Næst eftir kappróðurin var fótbólturin stóra trekkplástrið til stevnurnar. Árni Dahl skrivar í bókini “Bóltspøl millum Klakk og Kjøl” at var ringt veður fyrstu norðoyastevnuna, og tað tí var ivasamt, um tvørámenn fóru at hætta sær norður at møta KÍ. Men áðrenn fólk vistu av, so stóðu ikki færri enn tvær liðmanningar hjá TB á dansigólvinum kvøldið fyri norðoyastevnu og skipaðu eitt kvæði. Tvey lið var tað, tí eisini 2. lið var komið norður.

Norðoyastevnudag í 1936 vann KÍ 2-1 á TB, eftir at liðini bæði høvdu spælt javnt 2. hvítusunnudag. Dysturin hjá 2. liði varð spældur aftaná, kl. 17 norðoyastevnudag, og endaði við málleysum javnleiki.

 

Rukkulakkin 1974

 

Rukkulakkin var leingi ómissandi partur av Norðoyastevnu. Bóklingurin kom fyrstu ferð út í 1957 og kom so trúliga út í sambandi við Norðoyastevnuteitið í 1960’unum og 70’unum. Ritstjórar vóru skiftandi, men kendastur man vera Óli Petersen, sum var longst við, og so Villi Sørensen, Poul N. Kjølbro og John Reid Bjartalíð. Vituga Frú Rukk, sum altíð var góð í ráðum og altíð í góðum lag, hevði ein brævkassa, ein Bláa Bók var í, eins og óendaliga nógvar skemtitekningar og hartil kappingar, har til dømis bar til at vinna 10.000 maltøl ella 2 marinarar í eitt kvøld.

Í ár eru hvørki norðoyastevnuteiti ella rukkulakki, men nú stásiligt mentanarhús er í umbúna, er ikki óhugsandi, at hesi fara at koma aftur til heiður og æru á Norðoyastevnu. Tí saknur er í báðum.

 

Dansurin broytist

Norðoyastevna er, eins og slogan’ið hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag, “til gaman og álvara”. Tískil hevur ikki einans ítrótturin, men eisini dansur og gaman, verið við til at mynda stevnuna frá byrjan av, sum nevnt omanfyri, tá tvørámenn trinu dansin við sínum sermerkta suðuroyarmáli.

Upp gjøgnum 1930’ini, 40’ini og líka fram til 1990’ini sluppu dansistøðini ikki at hava opið leygarkvøld eftir miðnátt. Almenni dansurin endaði tí kl. 23:45 norðoyastevnuaftan. Klaksvíkar Klubbi hevði ikki almennan dans, og kundi tí hava opið, men har slapp ikki ein og hvør inn. Neyðugt var at vera limur, kvinnur kundu ikki verða limir, og limirnir kundu í mesta lagi hava ein, onkuntíð 2, gestir við sær í part. Stóra almenna dansikvøldið á norðoyastevnu var tí sunnukvøld, har bæði føroyskur og “enskur” dansur var.

Um aldarskiftið til 21. øld var ikki óvanligt við 4 stórum dansum bæði fríggjakvøldið, leygarkvøldið og tveimum sunnukvøldið á norðoyastevnu. Tey ungu hittust í Lognbrá í norðara enda av KÍ-høllini, tey meira tilkomnu í hinum endanum, Klubbin læt dyrnar upp til almennan dans, og føroyskur dansur var í Skálanum. Hetta var mynstrið nakað inn í hesa øldina, og Norðoyastevna í ár býður bæði upp á hallardans, føroyskan dans og ikki minst harmonikudans.

Hóskandi er at enda við at tríva í nevnda klaksvíkssangin hjá Bernhardi Brim, Kvøðu til Klaksvíkar:

 

Tað er vakurt í Klaksvík á sumri,

tá ið sólin hon kyssir hvørt strá,

og ei skýkloddi hómast á himli,

og ei fleyr sæst á speglblonki vág.

Tá hvør smáblóma tárar av gleði,

og hvør títlingur syngur við gleim,

og av hjarta lovprísar tí degi,

tá hann valdi sær Klaksvík til heim.

Ja, eg elski teg Klaksvík á kvøldi,

tá ið roðin um Nestindar fer,

og hvørt fjall eins og reyðargull skínur,

ert tú paradís mitt her í verð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Meðan vit bíða eftir Janus
Veðrið á páskum
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…