Lýsing
Lýsing
Lýsing
Prísir og treytir til bólkar, ið vilja við Sam, eru órímilig, sigur lesari, ið hevur vent sær til Norðlýsið. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Órímilig krøv til bólkar við Kalsoyarleiðini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.05.2022 - 12:07 Lesarabrøv Tíðindi

Ein lesari hevur vent sær til Norðlýsið og sagt, at hann hevur sæð keðiligar viðmerkingar um, at Strandfaraskip Landsins seta órímilig krøv til bólkar, ið ætla at vitja Kalsoynna. Er hetta satt, undirgrevur tað lokalu ferðavinnuna í oynni.

Ítøkiliga skal SSL hava sagt, at ongin bólkur, ið sleppur við Sam, kann vera størri enn 20 fólk, og at bert ein bólkur sleppur við hvønn túrin. Hetta hóast at Sam tekur 115 ferðandi. Lesarin sigur seg hava frætt, at ein bólkur hjá Reyða Krossi, ið taldi 90 fólk, mátti avlýsa ferðina til Kalsoynna, og at Føroya Keypssamtøka hevur ætlanir um starvsfólkaútferð í oynna, men tær ætlanirnar hanga sambært lesaranum nú eisini í einum klønum tráði, og av somu orsøk.                         

Er hetta satt, verður ferðavinnan á Kalsoynni fyri stórum fíggjarligum missi.

Lesarin sigur víðari, at honum er fortalt, at ein bólkur størri enn 25 fólk ikki kann koma umborð ein vanligan túr. Í staðin skulu tey leiga bátin fyri 7.500 kr., og ikki nokk við tí – hóast tey hava leigað bátin, skulu tey kortini gjalda fyri ferðaseðil omaná. Verður starvsfólkaútferðin hjá Keypssamtøkuni brúkt sum dømi, verður talan um umleið 20.000 krónur, ið má sigast at vera ein øgiligur kostnaður.

Aktørar í Kalsoynni eru sostatt vorðnir bangnir um, at SSL við sínum atburði styggir kundar frá oynni.

 

Blaðið vendi sær síðani til Strandferðsluna við atfinningunum hjá hesum lesaranum, fyri at vita, hvat Strandferðslan hevði at siga. Niðanfyri prenta vit aftursvarið frá Strandferðsluni í fullum líki:

 

Góðan dagin.

Vísandi til tín fyrispurning og viðhefta skriv er hetta viðmerkingin frá Strandferðsluni.

Fyrst vilja vit gera vart við, at tað í nevnda skrivi eru fleiri ógrundaðar illgitingar viðv. okkara tænastu sum eisini byggja at faktuellar skeivleikar.

Yvirskipað snýr hetta seg um, at tá ið størri bólkar enn 25 fólk (í hesum føri umleið 2 x 90 fólk) skulu ferðast við Sam, vísa vit til áralanga meginreglu fyri oyggjaleiðir, har Strandferðslan við atliti til tey fastbúgvandi og tilhoyrandi á einhvørjari oyggj í Føroyum, ikki kann garantera bólkum meira enn 25- 30 % av ferðsfólkakapastitetin. Øll ferðafólk – eisini bólkar – kunnu til einhvørja tíð møta til til ávísu fráferðina eftir “fyrstur fær” prinsippinum. 

Við hesum í huga, vísa vit av og til størri bólkum á møguleikan fyri leigutúrum við heimmild í reglugerð fyri SSL, sí https://www.ssl.fo/fo/um-ssl/reglugerd/. Víst verður eisini til, av avvarðandi ráð, góðkendu prísir, sí https://www.ssl.fo/fo/prisir/leiga-av-skipi/.

Vil her eisini vísa til ítøkiliga svari, ið var sent til kunda, tann 24/05 kl. 16:55 (citat):

 

“Tá ið tit eru ein so stórur bólkur (uml. 88 pax.), kunnu vit ikki tryggja tykkum pláss umborð á Sam, ið tekur 115 ferðafólk uttan so, at hetta er ein leigutúrur.

Ein og hvør er tó vælkomin at møta upp til ásettu fráferðina, men vit fáa ikki garantera pláss í mun til kapasitetin umborð á Sam og stóra eftirspurningin á leiðini”

Líknandi svar vera í  løtuni dagliga send til fyritøkur og bólkar viðvíkjandi fleiri øðrum oyggjaleiðum í fullari semju og forstáilsi frá teimum fastbúgvandi og øðrum, sum øll vita, at ferðaseðlaprísurin í Føroyum í serklassa er millum teir lægstu í vesturheiminum. 

Strandferðslan bjóðar her fram eina eyka tænastu fyri fast ásettan prís, og tí skilja vit ikki reiðiliga hvussu tað kann vendast til nakað annað annað tað er. Endamálið er júst at fáa fleiri fólk út í oynni tur/retur á ávísum tíðspunktum av degnum, har vandin annars er fyri, at onnur standa eftir og tí avlýsa vitjanina út í oynna.

Kann vera, at hetta er ógreitt á okkara heimasíðu, ssl.fo, so tað hyggja vit eftir alt fyri eitt.

Kann nevnast hesum sambandi, at tað skapti forvitni og undran hjá okkum, tá ið tað í marsmánaði varð skipað fyri einum stórum ferðavinnu - átakið við ein gravstein úti á Kallinum, hvørs endamál sannlíkt er, at fáa allan heimin at venda sær móti Kalsoynni. Hóast Strandferðslan helst er og verður ein høvuðsaktørur í flutningsketuni fyri at eitt slíkt átak skal eydnast, so vóru vit hvørki kunnað áðrenn ella aftaná um hetta. Kanska ein ábending um, at tingini ofta ganga báðar vegir og at ferðavinnan eisini skal minnast til at taka atlit til veruleikan hjá Strandferðsluni. Vit vilja fegin stuðla undir øllum vinnulívi har vit kunnu og hava rammur til tess. Tó at halda, at tilfangi og starvsfólki hjá einum almennum stovni, treytaleyst skulu bera kostnaðin fyri at skapa avkast hjá øðrum, er í besta fall ein misskiljing.

Høvuðsavbjóðing í øllum hesum er, at Strandferðslan langt frá hevur tann kapasitet tøkan, sum ein økt ferðavinna og ferðafólkatal hevur við sær partar summarhálvuna. Tí hava vit eisini umaftur og umaftur – og á røttum stað -  víst á, at annars frálíka arbeiðið hjá føroysku ferðavinnuni runt um landið, má sampakka við veruleikan hjá Strandferðsluni viðvíkjandi okkara skipum (og bussum). Tí hava vit eisini seinastu tíðina arbeitt við at skapa betri brúgv millum Visti Faroe Islands og Stranferðsluna, hvørs endamál er at finna góðar loysnir í felag og m.a. vísa politisku skipanina á, hvussu avbera stórur tørvur er á at dagføra okkara skipaflota til gangs fyri alla málbólkar. Strandferðslan arbeiðis eisini við øllum tøkum ressursum, at fáa til vega eina plássbíleggingarskipan, sum kann betra um tænastuna og skipa ferðsluni betri, eitt nú út í Kalsoynna.         

 

Alt tað besta,

Vinaliga / Best Regards

Dánjal Samuelsen

Samferðsluleiðari

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik