Lýsing
Christianskirkjan í kvøld kl. 19.30 - Kvinnukórið, Crescendo úr Horsen | Mynd: Dávur Winther

Crescendo á Kósini

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  27.05.2022 - 15:55 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í dag hevur kenda kvinnukórið úr Horsens, Crescendo vitjað á Kósini, har tær eisini sungu fyri arbeiðsfólkunum í døgurðasteðginum.

Kokkurin, Heini Ósá var blíður og bjóðaði til stoykt flak – Hýsuflak av bankanum – betri kann man ikki ynskja sær.

Aftaná kunnaði Niclas Joensen um virkið, og greiddi frá hvar og hvat bátarnir fiskaðu.

Bente Lund Degn, sum er kórleiðari saman við øllum kórinum vóru rættiliga hugtikin av hesum spennandi virki, matinum og hvussu sera framkomið alt tyktist, eins og at virkið hevði fingið heiðurstekin fyri góðsku.

Bente og maðurin, Nis Brummer hava eisini røtur til Klosterkirkens kor, sum var eitt rættiliga gott og kent kór í síni tíð í Horsens. Eisini onkrir føroyingar, sum hava lisið í Horsens, hava verið við í hesum kórinum.

Skráin til konsertina í Christianskirkjuni í kvøld 27. mai kl. 19.30 er samansett av kirkjuligum tónleiki, harav ein stórur partur er knýttur at Kristi himmalferð, umframt ein partur eru danskir og føroyskir sangir.

Christianskirkjan fríggjakvøldið 27. mai kl. 19.30 - Kvinnukórið, Crescendo úr Horsens

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjómannadagur í familjun­nar tekni
Gadus siglir heim
Tryggur 2-0 sigur til KÍ á AB
Beautemps-Beaupré úr Føroyum gjøgnum Djú…
Munandi betri avrik hjá flogbóltsmonnunu…
Føroya Sjómannadagur, skráin fyri 15.-20…
Meira um Húsarhaldsskúlan 
Upptakt: AB-KÍ
Rennibreytin tekur skap
Føroya Sjómannadagur mánadagin
Dagføring: Streymslit um alt meginøkið
Elnetið niðri - í besta veðri
AB-KÍ er fluttur tveir tímar
Opið bræv til Fótbóltsamb­andi um dystars…
Kom við á Føroya størstu og einastu staf…
Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum f…
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Flogbóltsmennir­nir á veg til Estlands
Framløga: Fornminni fram við sjóvamálan
Herverk í Klaksvík