Lýsing
Lýsing
Veðrið í vikuni verður gott, spáa veðurstovurnar. Høgætt ein stóran part av vikuni, tó onkur løta við lágætt. Hitalagið fer at krúpa seg uppeftir. Yvirhøvur ein turr vika. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  30.05.2022 - 08:15 Tíðindi Veðrið

Undantikið í dag - mánadag - so er lítil vindur hesa vikuna og næstan einki avfall. Hitalagið fer at kvinka seg spakuliga uppeftir.

Men - og tað er eitt men! Helvtina av vikuni skal væntast høgætt - norðan ella beint við norðan. í Norðoyggjum er hetta ikki góð ætt, í onkrari bygda verri enn í aðrari bygd. Tá er skýggjað kring fjøllini, og lotið kennist kølið.

Øvugt, tá ið tað er lágætt. Tá ið yvirhøvur betri veður norðanfyri enn sunnanfyri.

Stóru modellini í super-computarunum taka ikki hædd fyri fjøllunum í Føroyum. Tað er tey, sum gera munin á veðrinum kring landið. Tí viðmerkingina omanfyri.

Vit fáa at síggja - livst so spyrst.

Mánadag: Norðan, vindurin minkandi úr 8 til 13 m/s á morgni niður í 3 til 8 m/s um kvøldið. Skýggjað og regn ella ælaveður fyrrapartin. Seinnapartin klárari, og og tað slítur í.

Hitin mánadagin fer at veksa úr 6 upp í 8 stig.

Týsdag: Hann fer at mala úr ymsum ættum, vindferðin minni enn 5 m/s. Klárt og turt allan dagin.

Hitin týsdagin fer at veksa úr 7 upp í 9 stig.

Mikudag: Landnyrðingur, vindferðin minni enn 5 m/s. Klárt og turt allan dagin.

Hitin mikudagin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Hósdag: Landnyrðingur norðan, vindferðin um 2 til 7 m/s. Klárt og turt allan dagin.

Hitin hósdagin fer at liggja um 7 til 9 stig.

Fríggjadag: Útsynningur, 3 til 8 m/s. Klárt og turt allan dagin.

Hitin fríggjadagin fer at liggja um 7 til 10 stig.

Leygardag: Útsynningur, 5 til 10 m/s. Skýggjað og ælaveður.

Hitin leygardagin fer at liggja um 9 til 11 stig.

Sunnudag: Útsynningur, 10 til 15 m/s. Seinnapartin útnyrðingur, 2 til 7 m/s.

Hitin sunnudagin fer at liggja um 8 til 10 stig, men um kvøldið minkar niður í 5 stig.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin