Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lítil vindur í vikuni, sum kemur. Ùtsynningur í dag og í morgin. Eftir tað er eysturætt líka til fríggjadagin. Næsta vikuskifti fer ættin at liggja millum landsynning og landnyrðing ella norðan. Yvirhøvur lítið avfall, tó regn eina løtu fríggjadagin og leygardagin. Hitalagið fer at liggja um tey 10 stigini (pluss/minus 2).. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  05.06.2022 - 18:54 Tíðindi Veðrið

Hátrýstið, sum seinastu vikuna hevur vart okkum ímóti lágtrýstum og keðiligum veðri, fer at vikna næstu dagarnar og flyta seg burtur frá okkum.

Ístaðin fer eitt lágtrýst at leggja seg sunnan fyri Ísland. Tað er ikki máttmikið, og vindurin fer ikki at vera tann nógvi rundan um tað.

Tí er eysturætt næstan alla vikuna, sum kemur. Luftin fer at koma til okkara av evropeiska meginlandinum.

Veðrið í vikuni - dag fyri dag:

Mánadag - annan hvítusunnudag: Útsynningur, seinni útnyrðingur; um kvøldið landnyrðingur eystan, 1-5 m/s. Skýggjað um morgunin, men so gerst tað klárari. Út á fyrrapartin klárt við sól ella sólglottum.

Hitin mánadagin fer at liggja um 10 stig.

Týsdag: Eystan, stilli um náttina, men út á fyrrapartin upp í 5 m/s; út á seinnapartin 5-10 m/s. Vit kunnu vænta høg lagskýggj (cirrostratus) og nakað av miðalhøgum skýggjum (altostratus). Onkrasteðs eisini toku (har sum ættin er til tað).

Í aðrar mátar er tað turt týsdagin, og hitalagið fer at liggja um 9 til 11 stig.

Mikudag: Eystan, vindferðin um morgunin um 5-10 m/s, men á middegi eru 8 til 13 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt allan dagin. 

Hitin mikudagin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Hósdag: Eystan, um náttina 8 til 13 m/s, men fram ímóti middegi 10 til 15 m/s. Um kvøldið 5 m/s av landsynningi. skýggjað og ælaveður í støðum allan dagin ella regn.

Hitalagið hósdagin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Fríggjadag: Landsynningur, vindferðin minkandi úr 5 m/s niður í lítið ella einki. Skýggja og regn um náttina, men fyrrapartin slítur í, og tað verður klárari. Kanska heilt klárt og sólglottar.

Hitalagið fríggjadagin fer at liggja um 10 til 12 stig.

Leygardag: Eystan - út á dagin landnyrðingur og norðan, vindferðin úr 5 m/s ella minni. Skýggjað ella klárt við sólglottum um morgunin og út á seinnapartin, men so fer at regna eina løtu. 

Hitalagið leygardagin fer at liggja um 8 til 10 stig.  

Sunnudag: Lítil ella eingin vindur av norði niður í eystan. Klárt og sól, har ættin er til tað. Aðrasteðs toka ella eitt bland av báðum. 

Hitalagið sunnudagin fer at liggja um 8 til 10 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast