Lýsing
Lýsing
Lýsing
Håkan Ericson | Mynd: Getty Images

Adjö Håkan & Eli?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.06.2022 - 13:36 Ítrottur Tíðindi

Nær er nokk? Hvussu langan snór skal venjaratoymið Håkan Ericson og Eli Hentza hava? Og nær byrja pílanir at venda inneftir í sjálvt FSF og bonaðu gólvini? Uttanífrá hevur tað nokk ongantíð sæð verri út enn nú.

Niðurtúrurin tykist ikki at fáa nakran enda. Soleiðis er kenslan óivað hjá nógvum føroyingum í dag. 1-0 ósigurin á heimavølli móti Luksemburg í gjár var bert ein staðfesting av vánaligu gongdini hjá føroyska A-landsliðinum í fleiri ár og nú byrjar tað at raka nærri og harðari enn áður.

Kontrastin er ógvuliga stór, samanborið við evnaríku U21 leikararnir hjá okkum og venjaratoymið við Sámal Erik Hentze og Atla Gregersen, sum aftur hesuferð fingið eitt gott úrslit í móti sterkari mótstøðu í Serbia. Hevur tað nakað at gera við, at U21 hevur ein annan spælistíl enn A-landsliðið??

 

Afturgongdin hevur verið sera stór á nógvum parametrum, um hugt verður, sum vanligur áskoðari. Tá hugt verður t.d. eftir FIFA styrkilistanum, sum oftan verður nýttur sum eitt barometur um støðuna og menningina hjá okkum sjálvum, so sær ikki gott út.

Í 2015 vóru Føroyar nr. 74 á listanum, tað hægsta nakrantíð, sum Føroyar hevur verið. Síðani hevur bert gingið ein veg tíðanverri. Og seinastu árini hevur gingið stútt og støðugt beint niðureftur á listanum. Í løtuni liggja Føroyar á einum nr. 124 plássi.

 

Nógvir fótbóltsserfrøðingar hava sett spurnartekin við úttøkuna hjá Håkan og Eli. Og til dystin í gjár var tað margháttligt, at bert ein áleypari var nýttur á liðnum (í móti einum sokallaðum veikari liðið á heimavølli), sum so var skiftur út, við ein skjótan vong í staðin. Meðan Patrik Johannessen, sum byrjaði inni seinasta dyst, kom ikki á vøllin, hóast vit manglaðu at skjóta mál. Og nakað, sum so gjørdi støðuna enn margháttligari var so, at Jóan Símum Edmundsson, sum var úttikin sum maður nr. 24 í hópinum, var ikki tøkur, tí hann var móður/troyttur og tí var hann spardur til dystin í gjár. Meðan “næstbesti ávsluttari” sambart Håkan Ericson sjálvum, ikki var úttkin, men sum møguliga kundi havt gjørt ein góðan mun í gjár.

Síðani hesin landsliðsvenjarin tók yvir, hevur tað verið meira normurin, at sæð leikarar leikt á óvandum plássum, enn teir vanliga gera í sínum felagum, sum hevur havt við sær, at tað hevur milt sagt sæð vánaligt og keðiligt út. Sum t.d. í gjár, tá Rene Shaki Joensen aftur var at síggja á høgrabakki. Eitt pláss, sum ikki er hansara besta positión og úrslitið var har eftir. Og venjaratoymið kann ikki siga, at teir ikki vóru ávarðaðir. Tí í dystinum móti Turkalandi vóru eisini “tendensir” til kostnaðarmikil misstøk at hóma allastaðni á vøllinum. Hevði ein høgrabakkur í formi, og sum dagliga leikar høgribakkur í sínum felagi, sum ikki var úttikin, gjørt ein mun?

 

Eitt sum hevur undra, og sum ikki hevur verið uppá tungu, er hvussu nógvur peningur er nýttur til fyrireikingar til hetta venjaratoymið. Hvussu hevur hesin peningur/íløga eyðnast og hvat úrslit hava vit fingið burturúr?

Nevnast kann venjingarlegan, sum var í mars mánaða ár, har leikararnir vóru “vigaðir” og “tunaðir” til uppgávurnar í Nations League. Við ikki serliga sannførandi spæli og úrslitum at vísa á. (Gibraltar – Føroyar 0-0, Liktinstein – Føroyar 0-1).

Og síðani venjingarlegan, sum var hildin í Turkalandi fleiri dagar áðrenn sjálvan dystin móti Turkalandi, sum var eitt stórt vónbrot. Kanska ikki úrsliti, tí tað kundi kanska væntast, men avrikið, spælið og tann “geisturin” sum manglaði. Tá var sagt, at fyrireikinginar høvdu gingið væl og leikararnir høvdu vant seg við hitan og vóru klárir til uppgávuna.

 

Eitt sum Norðlýsið hevur funnist á, er eisini úttøkan hjá venjaratoyminum. Aftaná hesi vánaligu dystirnar, er tann støðan bara blivin meira ørkymlandi. Tað tykist sum at venjaratoymið hevur stært seg blint í somu leikarar, hóast hvørki formur, dystarformur ella skaðar eru uppá pláss hjá fleiri av leikararunum.

Tað ber jú ikki til, at koyra fýrakantar í rund hol! ("Square peg in a round hole")

 

Leygardagin er aftur dystur á heimavølli, tá møta vit "botnproppinum" Litava, sum tapti heili 6-0 á heimavølli móti Turkalandi. Og síðani verður dystur á útivølli í móti júst Luksemburg.

Her má kravið verða minimum 4 stig. Alt annað kann og skal ikki verða góðtikið. So má tað verða farvæl og adjö!

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar