Lýsing
Nýtt bíðirúm við wc verður bygt Yviri á Eiðnum. | Mynd: Dávur Winther

Nógv virksemi í Svínoy

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  21.06.2022 - 18:56 Mentan Tíðindi Vinna

Nýtt bíðirúm við wc verður bygt Yviri á Eiðnum. Tað er staðbundni maðurin hjá kommununi - saman við hjálparfólki, sum stendur fyri hesum arbeiði.

Steinsetingin fyri húsinum er um at vera liðug. Síðani skulu Kanjon stoypa grundina, meðan Eyðun Jacobsen saman við hjálparfólki reisa húsið. Leiðingar sum vatn, el og tele eru lagdar til húsið.

Á Eiðnum liggur nógvir posar av nevagróti, skervi og sandi, ið skal brúkast til ymiskar verkætlanir, sum skulu fremjast í summar.

Kanjon hevur flutt ymisk arbeiðsamboð, kranabilar, betonbilar, gravimaskinur o.a. út til Svínoyar, og í gjár var sandbátur við hópin av gróttilfari, skervi og sandi.

Nógvar uppgávur í Svínoy

Kanjon hevur nógvar ymiskar uppgávur úti í Svínoy, nú summarið stendur fyri durum. Teir skulu breiðka, hækka og longja kaiina á Víkini. Eisini skulu teir grava fyri grundum til felagshúsið hjá Bjarnafossi. Í løtuni grava teir út og steinseta fyri seyðahúsi hjá Jákup Mikkelsen.

Síðani skulu teir eisini gera eitt størri planeringsarbeiði við smáltstøðina. Teir hava nógva ymiska útgera har úti og fara at rigga eina blandistøð til úti við bátahylin.

Og tá ið teir eru har úti, stingst oftani ymiskt annað upp, sum teir hjálpa til við. Í gjárkvøldið hjálptu teir til við at strekkja ein háspenningskaðal.

So tað hendir nógv spennandi úti í Svínoy fyri tíðina. Seinni í summar verður svimjihylurin eisini umvældur og tettur, í fjør fekk vegurin niðan til hylin ymsar ábøtur, so betri slepst til.

Eisini eru onkur summarhús í gerð í Svínoy, og um summarið eru altíð nógv fólk, sum vitja afturá aftur til heim ella ættarbond síni. Eisini eru hópin at ferðafólki er at síggja.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Sjómannadagur í familjun­nar tekni
Gadus siglir heim
Tryggur 2-0 sigur til KÍ á AB
Beautemps-Beaupré úr Føroyum gjøgnum Djú…
Munandi betri avrik hjá flogbóltsmonnunu…
Føroya Sjómannadagur, skráin fyri 15.-20…
Meira um Húsarhaldsskúlan 
Upptakt: AB-KÍ
Rennibreytin tekur skap
Føroya Sjómannadagur mánadagin
Dagføring: Streymslit um alt meginøkið
Elnetið niðri - í besta veðri
AB-KÍ er fluttur tveir tímar
Opið bræv til Fótbóltsamb­andi um dystars…
Kom við á Føroya størstu og einastu staf…
Barsilsbólkur til tey við rúsbundnum f…
Verið varin í ferðsluni, nú skúlarnir by…
Flogbóltsmennir­nir á veg til Estlands
Framløga: Fornminni fram við sjóvamálan