Lýsing
Lýsing
Lýsing

Netastovan komin aftur til Klaksvíkar

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  23.06.2022 - 18:23 Tíðindi Vinna

Nýtt trolvirkið er í dag sett á stovn í Klaksvík.

Nýtt trolvirkið er í dag sett á stovn í Klaksvík.

Tað eru JFK og Føroyagrunnurin, ið saman við íslendsku fyritøkuni Isfell, sum í dag hava stovnað felagið P/F Netastovan. JFK og Føroyagrunnurin eiga tilsamans 55 % og íslendska fyritøkan Isfell eigur 45 %.

 

Í nevndini sita:

Jógvan Hansen, sølustjóri í JFK, ið verður nevndarformaður

Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og nevndarlimur í Føroyagrunninum

Guðbjartur Thórarinsson, stjóri í Isfell

Hans-Petter Selstad, stjóri í Selstad


Endamálið hjá Netastovuni er at gera trol og annars selja annan fiskireiðskap til fiskivinnuna. Ætlanin er eisini at gera reiðskap til alivinnuna.

Hanus Hansen er fyribils stjóri í felagnum, men ætlanin er nú at fara at finna nýggjan stjóra til felagið. Netastovan fer at halda til í bygninginum, har Kryvjing helt til fyrr á vestara armi í Klaksvík. Tað koma tó at ganga nakrir mánaðir til virksemi koyrir í fullar ferð, tí ábøtur skulu gerast í bygningin.

Nógvir klaksvíkingar minnast kanska Netastovuna hjá Kjøldbro, sum stóð omanfyri Kósavirkið.

- Í byrjanini vænta vit, at eini 10 fólk fara at arbeiða á virkinum. Men sum frálíður fer tað talið at økjast so hvørt sum virksemi økist. Vit síggja fyri okkum, at serfrøðingar á økinum saman við m.a. uppiløgstum trolaramonnum og ungdómi fara at mynda virkið. Fyri ungdóm er hetta góð barlast at hava, áðrenn hann fer at royna seg á troldekki, har brúk er fyri fakliga sterkum fólkum, siga eigararnir.

Nýggja trolvirkið í Klaksvík, Netastovan, er fíggjað av Norðoya Sparikassa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Minningarorð um Álvur Zachariassen
Ferðatrupulleikar hjá KÍ síggjast aftur…
Løgmaður sent Mette Frederiksen samkensl…
Man kann ikki bæði blása og hava mjøl í…
Fesk hýsa og toskur at fáa í Neystinum
Varðin og Palli hjá Mariannu: Fjórðingsm…
Myndarøð: Góðveður í Bodø
Filmur frá Voxbotn 2022
Myndarøð: KÍ-hópurin er komin uppá pláss…
Á Floksmannadegi - fuglar og náttúra
Kári skal menna nýggjar dómarar
Stórur vøkstur í persónsskatti­num í juni
Føroyaleikir: Oddvør er skjótast
- Vit mugu toppa fyri at hava ein møgule…
Akstovan eigur ikki at flyta úr Klaksvík
Akstovan eigur ikki at flyta úr Klaksvík
Tørvur á politiskum loysnum og einum hjá…
Hug at læra at gera film?
Landsliðið til NM
Klaksvíksdamur vunnu á havnardamum