Lýsing
Lýsing

Megnar blái Norðingur at javna til 2-2 móti Klaksvíkingi?

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  24.06.2022 - 23:24 Ítrottur Tíðindi

Leygardagin verður 4. FM-róðurin í ár. Hann verður á jóansøku í Vági.

Meðan Fípan Fagra við gentum og Páll Fangi við monnum síggja út til at fara at vinna føroyameistaraheiti til KRF, so er framvegis stórur spenningur hjá 10-mannaførum.

Tað er enn lagt upp til eina Norðoyauppgerð, hóast Havnarbáturin og Eysturoyingur nærkast hinum. Norðingur vann fyrstu stevnuna við knappari hálvari bátslongd, meðan Klaksvíkingur síðani hevur vunnið tvær stevnur við einari bátslongd. Hesaferð er kanska eyka stórur spenningur, um hendan bátslongdin fer at broytast. Tí Norðingur hevur í vikuni skift bát. Navnabrettið á Norðingi er sett á Ormin Langa, so nú fer tann blái at eita Norðingur nakrar stevnur. Meðan Norðingur, sum var gamli Skálabáturin, fyrstu tríggjar stevnurnar var frá 2006 og lítið og einki hevur róð síðani, so er hesin frá 2018 og hevur m.a. vunnið trý meistaraheiti. Leygardagin fæst at vita, um hetta kann viðvirka til, at Norðingur kann javna til 2-2 í Norðoyauppgerðini há 10-mannaførum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…
Danmark hevði munin
Slóðbrót­andi semja um tøkugjald