Lýsing
Lýsing
Sólvit Nolsøe hevur sent stýrið fyri Bústaðir til hús og sett eitt nýtt stýri. Allir limirnir í nýggja stýrinum búgva í Tórshavnar Kommunu. | Mynd: Kringvarp Føroya.

Havnin stýrir nú Bústøðum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.06.2022 - 08:00 Leiðarin Politikkur

Roynir Fólkaflokkurin at fríggja til miðstaðarøkið? Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur í øllum førum gjørt av, at einans havnarfólk íroknað ein hoyvíking skulu sita í Stýrinum fyri Bústaðir. Hetta hendir dagin eftir, at borgarstjórin í Havn kunnger, at býráðið nú leysgevur nakrar fyrisitingarbygningar í miðbýnum til íbúðarbygging. Tað er ikki ringt at síggja skriftina á vegginum.

Ongin visti av nøkrum, fyrrenn Almannaráðið ein seinnapart fríggjadag meldaði út, at landsstýrismaðurin hevði sent alt stýrið í Bústøðum til hús og sett eitt nýtt. Hetta kom sum snarljós av klárum himni. Og tó: Tað, at Heðin Mortensen í Degi og Viku í gjár lyfti lokið fyri sínum ætlanum við bústøðum í miðbýnum í Havn gjørdi helst, at tað ikki gav meining at dylja ætlanirnar longur.

 

Hyggja vit at, hvørji manna nýggja stýrið, er talan um hesi:

 

Henny á Líknargøtu, Tórshavn

Jóhanna Lava Køtlum, Tórshavn

Petur Even Djurhuus, Hoyvík

Regin W. Dalsgaard, Tórshavn

Teitur Samuelsen, Tórshavn

 

Reyði tráðurin er týðiligur, hóast landsstýrismaðurin gamaní er farin heilt niðan í Hoyvíkina eftir tí eina stýrisliminum. Og boðskapurin er heldur ikki væl duldur. Nú skulu Bústaðir fara eftir hasum 400 milliónunum, teir hava fingið heimild til at læna, og vita bara eftir, um ikki ein stórur partur av teimum fer at verða latin Tórshavnar Kommunu fyri fyrisitingarbygningarnar.

Tá ið verturin í Degi og viku so spurdi Sólvit Nolsøe, landsstýrismann, hvønn hann helst sá sum formann ella forkvinnu í nýggja stýrinum, so vildi landsstýrismaðurin ikki svara. Og honum nýtist als ikki at blanda seg í tað, tí hvussu so víkir og vendir, fær ein havnarmaður ella -kvinna oddasessin, og sostatt er tað málið longu rokkið. Stýrið hevur ongan annan (ella aðra) í at velja. 

Sjálvandi er tað gott, at eisini bústaðartreingjandi í Havn nú fara at fáa íbúðir til leigu. Men Bústaðir vóru nú einaferð fyrst og fremst settir í verðina fyri:

“at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað”.

Fyri at røkka tí endamálinum er tað alt-umráðandi, at Bústaðir hyggja alla aðra staðni enn har, sum fólk við trivaligum bankakontum leita sær. Hevur tú møguleika fyri at gjalda tíggju túsund krónur í mánaðarleigu fyri eina íbúð sentralt í miðbýnum í Havn, so er tað ikki ein trupulleiki, sum sorterar undir Bústøðum. Tað finnast mangir privatir byggiharrar, ið fegnir loysa ta uppgávuna fyri teg – tað er bara at velja, vraka og gjalda. Men Bústaðir eiga als ongi viðskiftafólk at hava við so nógvum pengum.

Nei, Bústaðir hava sum endamál at hjálpa teimum, sum undir verandi umstøðum ikki hava ráð til at leiga sær ein bústað. Har eru bíligar leiguíbúðir einasta loysnin, og tað er sera trupult at síggja, at tað letur seg gera sentralt í Havn. Tað letur seg hinvegin væl gera aðrastaðni enn í Havn. Til tað krevst tó ein sjónarringur, ið er breidri enn hvat passar uppá eitt "Tórshavn city map", og samansetingin av stýrinum gevur ikki eina vón um ein tílíkan víðkaðan sjónarring.

Vit vilja enda hesi harmaljóðini við at koma við eini avbjóðing til nýggja stýrið: Gerið hesa greinina til skammar við at prógva, at tykkara fokusøki verður á bíligum bústøðum uttan fyri Havnina. Onki hevði frøtt hvørki okkum ella tey í veruligari bústaðarneyð meira, enn at tit gjørdu hvørt orð í hesi grein ósatt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ikki rætt á Djúpumýru í morgun
Thorvald vakt ans uttanlanda
Undirsjóvarakvarium
Ein sera stórur tunfiskur á Sjómannadegn…
Ráðstevna: Miðlar á vegamóti
Flogbóltsk­vinnu­r­nar byrja nú Eurovolley…
Vágin kókaði í gjárkvøldið
Skúlin byrjar aftur hósdagin
ÍSF bjóðar aftur til Skúla­leikir
Svim um vágna
Ægir tilmeldingardag
Børnini í Vestmanna skúla hava uppiborið…
VistGrøði hevur fingið nethandil
Ferðalagið hjá kvinnunum er komið til Ky…
Við Føroya Sjómannadegi og Erlu Kongsdót…
Sjómannadagur úti í Klaksvík
Bjørt spyr um ríkisveiting og fíggjar­lig…
Áhugaverdur fyrilestur um fornar búsetin…
Eyðun av Reyni í Gamla Seglhúsinum
Krabbamein – ein ring sjúka