Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Televarpið (Skíggjamynd)

KÍ tók stórt fet móti meistaraheitinum við sigri á Tórsvølli

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  25.06.2022 - 19:51 Ítrottur Tíðindi

Ein av møguligu stóru forðingunum hjá KÍ var útidysturin móti HB, men KÍ fór úr Havnini við øllum stigunum.

Tað vóru frálík líkindi og fitt av áskoðarum, tá HB og KÍ møttust á Tórsvølli. Meðan HB hevði bóltin nógv, so var KÍ vandamiklari og skapti teir flestu stóru málmøguleikarnar. KÍ kom á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, tá gott álop endaði við, at René S. Joensen sendi innfyri til Árna Frederiksberg, sum skoraði. Í seinna hálvleiki økti KÍ. Eins og við fyrra málinum, so var tað beinleiðis spæl, gekk skótt fyri seg fram eftir vøllinum, har nógvir leikarar komu við fram í brotssteigin og eftir innlegg frá Patrick Da Silva, so skoraði Árni Frederiksberg til 2-0. HB minkaði um munin til 2-1 og tí gjørdist hetta annar dysturin í ár, har KÍ lat mál inn. KÍ stýrdi dystinum síðsta partin av honum, so at HB kom ongantíð til heilt stóra málmøguleikan at javna.

Samanlagt ein uppiborin sigur til KÍ, sum eisini bleiv liðið, sum steðgaði røðini hjá HB á 23 dystir uttan tap á Tórsvølli síðani 2020. Samstundis var hetta helst fín venjing hjá KÍ móti Evropa og í at spæla á Tórsvølli, har tað væntandi bíða nakrir avgerandi dystir seinni í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB