Lýsing
Lýsing
Lýsing

Floksmannadagur byrjaður í Hattarvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.07.2022 - 10:52 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Í morgun sigldi Ritan umleið 70 gestir út í Fugloynna. Hetta vóru gestir hjá bóndafólkunum á Uppistovugarðinum í Hattarvík, Símun og Jastrid Gullaksen, ið hava skipað fyri hesum átakinum í fleiri ár. Steðgur kom í av korona farsóttini, men nú er aftur gongd á.

Vit fóru av Hvannasundi  kl. 8.45 í morgun, fyrst á Eiðið á Svínoynni, síðani á Kirkju á Fugloynni og lendu so í Hattarvík, har móttøka var fyri okkum á lendingini.

Tað regnaði av grimd, tá vit fóru av Klaksvík, men so hvørt vit komu longur norður, lætti eitt sindur í. Men fram við landi sást, at ógvusligt regn hevur verið í nátt, tí áirnar vóru stórar.

Hugaligt var at síggja nógva lundan fram við landinum. Ikki minst búðfuglin á norðursíðinu á Svínoynni.

Komin inn eftir Hattarvík, sást roykur frá bálinum, har maturin, ið vit seinni í dag skuldu eta, blívur viðgjørdur. Tað er kjøt frá Uppistovugarðinum ella úr Eystfellinum, ið skal leggjast niður í millum steinarnar, sum bálið er við at hita upp og flag leggjast omaná. Einferð seinnapartin skal hetta átiliga kjøtið síðani borðreiðast fyri gestunum.

Ætlanin er so at eftir  morgunmatin, ið nú verður borðreiddur, skal skipast fyri einum gongutúri.

Vit hoyra kanska meira seinni  í dag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund