Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: ki.fo

- Vit mugu toppa fyri at hava ein møguleika í Champions League-kappingini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.07.2022 - 19:27 Ítrottur Tíðindi

(Úr Norðlýsinum)

Norðlýsið hevur hitt KÍ-venjaran undan Champions League dystinum mikudagin. Talan er um eitt mótstøðulið, sum KÍ kennir væl. Eisini spyrja vit, um fleiri nýggir leikarar koma inn í summar.

KÍ fekk eitt torført lutakast í Champions League. KÍ skal møta norsku meistarunum síðstu tvey árini, Bodø/Glimt, 6. og 12. juli. Bodø/Glimt fekk góð úrslit í Conference League í fjør, har teir komu í fjórðingsfinaluna og á vegnum m.a. slerdu Celtic og AZ út.

 

KÍ-venjarin kennir væl Bodø/Glimt

KÍ-venjarin, Mikkjal K. Thomassen, kennir væl til Bodø/Glimt og teirra venjara Kjetil Knutsen. Teir tóku fyri fáum árum síðani Pro-venjaraútbúgving saman í Norra.

- Eg hyggi nógv eftir ymiskum liðum, men Bodø/Glimt er eitt av liðunum, sum eg havi brúkt mest tíð uppá. Eg kenni venjaran nokkso væl, og har eru ting, sum ganga aftur í mátanum, sum teir spæla uppá, sum KÍ ynskir at spæla uppá. So hetta er í øllum førum millum tey fimm liðini, sum eg havi eygleitt mest tey seinnu árini.

- Tað merkir, at eg eri komin nógv longur inn frá byrjan av í fyrireikingunum um mótstøðuliðið. Ting, sum eg annars skuldi brúkt nógva tíð uppá at sett meg inní, tey veit eg longu. Tað merkir, at vit kunnu vera enn neyvari rundanum summar smálutir í okkara fyrireikingum. Eg vil bara siga, at tað er ein fyrimunur at kenna teir væl, tí vit náa meir, sigur Mikkjal K. Thomassen við Norðlýsið.

 

Bodø/Glimt er óvanliga gott álopslið

Vit spyrja, hvar Bodø/Glimt liggur í mun til onnur góð lið sum KÍ hevur møtt seinnu árini.

- Tað er torført at meta um stig uppá tvørs av deildum, sum eg havi sagt so ofta fyrr. Tí stílarnir eru so ymiskir. Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at Bodø/Glimt hevur selt leikarar til rættiliga høgt stig seinnu árini. Og í vetur fingu vit eina hóming av teirra dygdum, tá teir spældu í Conference League, har teir sláa Celtic og AZ út, umframt at teir tvær ferðir vinna móti Roma. Í styrki eru vit í øllum førum uppi ímóti teimum bestu, sum vit hava møtt síðstu árini. Eg vildi mett, at teir eru betri enn Luzern og uppá summar mátar betri enn Young Boys. Teir eru ikki líka góðir í verjupartinum, men betri í álopspartinum. Í álopspartinum eru teir heilt óvanliga góðir, sigur KÍ-venjarin.

 

Trupult at brúka føroyskar dystir

KÍ hevur síðstu umførini spælt tveir dystir á útivølli í Havn og spurningurin er, um hesir dystir hava verið brúktir sum venjing fram móti Evropa.

- Tað eru partar í okkara spæli, sum vit brúka gjøgnum alt árið, sum vit ynskja skulu verða yvirførbar til Evropadystir. Tað ítaluseta vit alt árið. Tá vit nú nærkast Evropadystum, so fyllir tað meir á mentala partinum. Hvussu man sum leikari er í støðuni at skula verja og skula stýra einum dysti uttan bólt. Fokusið á nakrar frekvensir í spælinum blívur enn tíðuligari. T.d. hava vit lagt dent á kontrafasuna. Mótstøðan í Bodø/Glimt er ræðuliga nógv sterkari, enn vit møta her í Føroyum, so tað er trupult at draga parallellur fyri dystir. Vit koma at verða undir nógv størri trýsti og vit fara ikki at hava líka lætt við at stýra mótstøðuni, sum vit kunnu í Føroyum, sigur Mikkjal.

 

Mugu toppa

Vit spyrja, um KÍ hevur vant fram ímóti at skula toppa í summar.

- Vit vilja gjarna verða uppá okkara besta upp til Evropadystirnar. Tað er nakað, sum leikararnir og venjaratoymið eisini eru drignir nógv inní. Men vit arbeiða ikki uppá sama máta sum t.d. í súkkling við at man skal toppa fysiskt, tí kappingin koyrir í 10 mánaðir, og tað er ein øðrvísi tilgongd. Men tað hevur verið eitt tema hjá okkum at betra okkum fram til í summar, tí vit vita, at vit eru noyddir at verða á okkara allar allar allar besta, um vit skulu hava ein møguleika í hesi kappingini, sigur hann.

 

 

Flytingarvindeygað

Flytingarvindeygað er opið fram til 12. juli, men enn er ógreitt, um KÍ fær fleiri nýggjar leikarar enn danski Anders Holvad, sum kom til hópin fyrr í summar.

- Tað er ivasamt. Vit hygga uppá skaðastøðuna og hava leikarar á blokkinum alla tíðina, og vit hava fleiri beint nú, men tað verður mett um tað. Nú hyggja vit uppá Odmar og aðrar leikarar, og so gera vit eina meting. Tað verður tó bara við einum langtíðarperspektivi. Tað merkir, at vit vilja hava leikarar inn, sum koma í hópin í minst hálvtannað ár. Vit leita ikki eftir stutttíðarloysnum, sigur Mikkjal.

 

Fara til Bodø sunnukvøldið

KÍ-hópurin fer úr Føroyum sunnukvøldið. Fyrst verður flogið til Oslo og síðani til Bodø. Hópurin er frammi seint sunnukvøldið, so ferðaætlanin passar væl til ferðina til Bodø. Hópurin kemur heimaftur dagin eftir dystin, men tann ferðingin verður drúgvari. Dysturin í Bodø verður 6. juli kl. 17.00, meðan dysturin í Klaksvík verður 12. juli kl. 19.00.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Burðardygg føroysk framleiðsla - minni C…
Morgunsangur mikumorgunin í Christianski…
Klaksvíkar sløkkilið fingið nýggjan stig…
Spæl í alskyns útgávum
KÍ tekur frástøðu frá atburði­num hjá høv…
Enn bara snakk hjá samgonguni
Hvat er ein góður miðbýur?
Eldrahugni í Betesda
Hvussu hevur tín grái posi tað?
Toskakvotan á Flemish Kap hækkar 50 pros…
Grótverjan í Oyrunum og nýggj íbúðarbygg…
Óli Breckmann livir framvegis í oljuøldi…
Mjølnir vann stórsteypadystin
Fjallgonga fyrr og nú
Tunnilstankar – eina ferð afturat
Elsti kontórbygn­ingur í Føroyum, letur d…
Bjálvingin um at ríva seg leysa
Desperatur fólkatings­maður
Ódnin hevur bert havt smáskaðar við sær
Novo Nordisk Fonden játtar 123 mió. kr.…