Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vindurin minkar í dag, og so við og við kemur flogferðslan aftur í rættlag. Vónirnar, at flogfarið við Bodø/Glimt lendir í dag, eru góðar. | Mynd: fae.fo

Veðrið batnar út á dagin

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.07.2022 - 11:00 Tíðindi Veðrið

Eitt lágtrýst hevur lagt leiðina fram við Føroyum og hevur givið okkum keðilig veður í nátt og í morgun. Miðjan er í løtuni (klokkan 11) plaserað einar 200 fjórðingar norðan fyri okkum Kallin.

Ringasta veðrið hevur verið. Nú fer spakulig at verða betri. Allar veðurstøðirnar kring landið hjá Veðurstovuni siga frá minkandi vindi.

Av teimum 6 støðunum hjá Veðurstovuni, søgdu tær í Akrabergi og á Borðuni frá mesta miðalvindinum, um 25 m/s. Hetta var í tíðarskeiðinum frá klokkan 3 í morgun til til klokkan 9. Nú minkar spakuliga.

Avfall er enn kring alt landið, men ikki leingi afturat. Skýggini við regni reka eystureftir, og um 13 tíðina eru tey farin eysturum. Okkurt verður hangandi og fer at geva okkum ælaveður seinnapartin.

Floglíkindini hava ikki verið tey bestu í morgun, Eitt flogfar lendi klokkan 07.41, men øll hini eru seinkað. Flogfarið úr Bodø við fótbóltsleikarum stendur at skula lenda klokkan 15.00. Tá er veðrið nakað betri enn nú, so helst er lendandi tá.   

Lýsing
Seinastu tíðindini
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…
ABBA ” Show ” á Gníst í Nólosy 6. juli
Kavarar stóran týdning fyri alivinnuna
30 leiguíbúðir afturat – Miðbýurin í Kla…
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!