Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jógvan S – enn einaferð

SKRIVAÐ: (Norðlýsið - Tíðindi)  |  28.11.2006 - 15:34 Eldri tíðindi

Løgmaður skal svara fyrispurningi um Jógvan S málið um eina løtu.

Niðanfyri er fyrispurningarnir og viðmerkingarnar hjá Kára P. Højgaard, sum løgmaður skal svara:



Fyrispurningur

• Hví fekk Jógvan S fiskiloyvi?

• Hví bleiv hetta loyvi afturtikið?

• Hvørji stig fer løgmaður at taka fyri at staðfesta ábyrgdina, nú landskassin mátti gjalda milliónaupphædd, tí tað í rættinum varð staðfest, at tað var ólógligt at taka fiskiloyvi aftur?



Viðmerkingar

Fiskimálaráðið varð 4. juli 2006 í máli nr. BS 1283/2003 í Føroya Rætti dømt at rinda Sp/f Nakki, Klaksvík, kr 2.559.633,67 umframt rættargangsrentu fyri tíðarskeiðið 2. oktober 2003 til 1. august 2006 áljóðandi kr 515.398,02. Upphæddin skuldi rindast innan 18. juli 2006. Sp/f Nakkur kravdi 10.705 tkr í endurgjaldi frá Fiski¬málaráðnum, tí Fiskimálaráðið hevði tikið fiskiloyvið aftur.



Upphæddin 3.076 tús. verður avgreidd við fíggjarnevndarskjali, sent fíggjarnevndini 4. august og avgreidd 14. august, sostatt verður einki orðaskifti í Løgtinginum um hetta mál.



Nógv hevur verið frammi um klokkuklárar mannagongdir, og at borgarar skulu hava fult innlit í øll viðurskifti. Tað má verða øllum greitt, at eitt mál av slíkum slagi, har landskassin verður dømdur at gjalda milliónaupphæddir í endurgjaldi, krevur eina neyva frágreiðing um, hvør kann ábyrgdast.



Rætturin hevur staðfest, at tað var brot á rættartrygdina hjá einum borgara, at hann fekk útskrivað eitt fiskiloyvi frá tí almenna, og at loyvisgevarin síðani tekur loyvið aftur.



Higartil hevur hesin leikur kostað tí almenna nærum 3,1 milliónir, og er hesin peningur fingin til vega og goldin við einum fíggjarnevndarskjali. Kravið var meir enn trífelt nevndu upphædd, og er avgerðin kærd til hægri rætt. Hvat endaliga upphæddin verður, ið tað almenna skal gjalda, er enn ókent, men møguleiki er fyri, at tað enn einaferð verður neyðugt í fíggjarnevndarskjali at biðja um hægri játtan.



Í longum talvi eru mangir leikir, og nógvir spurningar standa ógreiðir og ósvaraðir. Landsstýris¬maðurin, Jacob Vestergaard, ið tók loyvið aftur, hevði ábyrgdina av fiskivinnumálum. Hann situr ikki í hesum sessi ídag, men er landsstýrismaður í innlendismálum.



Løgmaður hevur ábyrgdina av, at landsstýrismenninir umsita sítt málsøki á lógligan hátt, men løgmaður hevur í øðrum førum víst á, at hann onga ábyrgd hevur av hendingum, ið farnar eru fram, áðrenn hann tók við sum løgmaður. Haldi tó ikki, at hendan undanførslan kann nýtast í hesum føri, tí umbønin við fíggjarnevndarskjali til at gjalda inntøkumissin hjá saksøkjaranum, áljóðandi 3.076 tús.kr., er, sum áður nevnt, undirskrivað av landsstýrismonnunum Bjørn Kalsø og Bárði Nielsen tann 4. august 2006.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Listaframsýning við Heðin Kambsdal
Mjølnir enda á heimavølli í dag
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum