Lýsing
Lýsing
Lýsing
Henda myndin er tikin í gjár (leygardag). Tá ið hátrýstveður er, søkkur luftin niður ímóti jørðini og forðar fyri at skýggj verða gjørd. Í sambandi við lágtrýst eru viðurskiftini øvugt. | Mynd: Hilda Sjúrðardóttir

Eitt sindur um veðrið næstu vikuna

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  16.07.2022 - 12:43 Tíðindi Veðrið

Eftir sera gott veður í gjár kring alt landið, er tað ikki líka gott í dag. Tað hevur regnað kring alt landið í morgun úr einari hitabrúgv. Tað fer at slíta í og gerast nakað klárari í veðrinum, tá ið tað er komið nakað út á seinnapartin.

Eftir tað sæst einki brúgvalag koma yvir Føroyar fyrr enn næsta vikuskifti.

Næstu vikuna fara trý lágtrýst at leggja leiðina framvið. Leiðin er eitt sindur norðanfyri, ímillum Føroyar og Ísland. Leiðin, lágtrýstini taka, er avgerandi fyri veðrið í Føroyum. Í hesum føri fer ættin fyri tað mesta at liggja ímillum landsynning og útsynning.

Einki av hesum trimum lágtrýstum er nakað serliga djúp. Tað eru tey vanliga ikki um summarið. Vindferðin fer onkra løtu upp ímóti 10 m/s, men fyri tað mesta um 5 m/s. Tá er roknað við miðalvindferð fyri alt landið.

Tað fyrsta av hesum trimum lágtrýstum merkist longu í dag. Tað fer at seta sín dám á veðrið til seinnapartin mánadagin. Tá er tað farið langt norður í hav, og tað næsta fer at nærkast. Ein hátrýstryggur fer at stinga seg upp ímillum hesi bæði lágtrýstini mánakvøldið, og tá er vanliga gott veður.

Tað næsta lágtrýstið fer at seta sín dám á veðrið í Føroyum til og við mikudagin. Regnið, sum hoyrir til hetta lágtrýstið røkkur ikki til Føroya. Eftir tað fer aftur ein hátrýstryggur at stinga seg upp, men hesaferð liggur hann longri enn mánakvøldið, og hann fer at stinga seg nakað væl longur norður. Tí verður høgætt hósdagin, meðan tað triðja lágtrýstið nærkast.

Fríggjadagin og alt vikuskiftið er aftur lágætt – fer at liggja ímillum sunnan og útsynning.  

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB